Tíðindi - 30. mai 2024

Útstykking til sethús við Stórutjørn

Seinastu árini er íbúgvaratalið í Tórshavnar kommunu vaksið heilt nógv, og er tí stórur tørvur á nýggjum bústøðum í kommununi. Politiskt ynski er at seta gongd á bústaðarbyggingina við Stórutjørn. Tørvurin á sethúsum í Hoyvík er stórur. 
 
Í februar 2022 varð avtalað gjørd við ráðgevar um at gera eina heildarætlan fyri Stórutjørn, og hevur miðvíst verið arbeitt við at savna og greina viðurskiftini, sum gera seg galdandi fyri eina tílíka planlegging. 

Tórshavnar kommuna hevur bjóðað avgrevsturin av parti av Stórutjørn út, sum høvuðsarbeiðstøku til 5 arbeiðstakarar. Arbeiðstakararnir vóru P/F Articon, P/F J. & K. Petersen, Sp/F RTS, Sp/F Andrias Berg og Sp/f Plan. Lisitatiónin fyri verkætlanina var hósdagin tann, 01.02.2024 kl 13.00. Tað lægsta og einasta boðið var frá P/F Articon. 

Síðani P/F Articon vann hetta útboðið hevur fyritøkan handað kommununi eitt tilboð um at byggibúna býlingarnar 1 og 4 sum heildararbeiðstøku fyri samlaðan kostnað á kr. 74.654.722,-. Tá er roknað við fínplanering av grundstykkjum; vegir og gongubreytir, liðugt asfalterað við kantsteinum, leiðingum og veitingum og gøtuljósum. 
 
Samráðingar hava verið millum Tórshavnar kommunu og P/F Articon, sum eru komnar til ta fyribils niðurstøðu, at tilboðið er galdandi sum eitt rammutilboð, har umsitingin saman við P/F Articon ger tillagingar innan tilboðsrammuna á 79.320.642,13 við mvg.
 
Afturat tilboðnum hevur P/F Articon givið eina optión upp á at stoypa reinsiverk og leggja kloakkering millum útstykkingarnar við Stórutjørn, reinsiverkið og millum reinsiverkið og útlát út á sjógv eystan fyri Sandvíkar. Kostnaðurin fyri hesa optión er kr. 6.662.505,- umframt mvg. Henda optiónin kann síggjast sum verkætlan fyri seg, sum er høllin við Tjarnir, vinnuútstykkingin á Ovara Hjalla og framtíðar útstykking (býlingur 2, 3, 5 og 6) við Stórutjørn at gagni.
  
Tórshavnar kommuna hevur grundleggjandi ta støðu, at arbeiði eiga at verða boðin út. Í hesum førinum hevur P/F Articon sjálvboðið latið inn tilboð um hetta arbeiðið. Mett verður, at ein týðandi partur av tilboðnum er at koyra inn og lata gróttilfar frá innkomuvegnum inn á økið. 

Hesin partur av arbeiðinum er helst ikki møguligur at bjóða út, av tí at grótið í Marknagili er partur av arbeiðstøkuni at gera innkomuvegin, sum P/F Articon hevur í heildararbeiðstøku. Eisini hevur P/F Articon latið inn lægsta boð at grava av mold og eyr fyri at klárgera økið til býling 1 og 4 til at leggja grót inn á hesi økir. 
 
Um arbeiðið hevði verið boðið út, hevði hetta helst seinkað arbeiðið í sambandi við at fáa flutt grótið úr Marknagili til Stórutjørn. Harafturat hevði hetta viðført, at grót helst hevði verið lagt upp í rúgvur á økinum við Stórutjørn ella aðrastaðni í kommununi, inntil arbeiðið at gera útstykkingarnar hevði verið sett í verk. Um annar arbeiðstakari hevði skula framt útstykkingina, hevði hetta helst, sum útgangsstøði, skulað bíðað til P/F Articon hevði avhendað síni arbeiði í sambandi við innkomuvegin.
 
Fyrimunir við at taka av tilboðnum frá P/F Articon eru at farast kann undir útstykkingina beinanvegin, at gróttilfeingið frá innkomuvegnum verður endurnýtt í eini arbeiðsgongd, umhvørvinum at gagni, at kostnaðurin er á slíkum støði, at keypskostnaðurin fyri byggiklár grundstykki er lágur i mun til aðrar útstykkingar í kommununi, og at Tórshavnar kommuna fær til vega byggilendi til bústaðarbygging til umleið 150 (170) búeindir, sum stórur tørvur er á.

Tilmæli í dag var tí, at støða verður tikin til, um takast skal av tilboðnum frá P/F Articon.
Harnæst at heimila umsitingini at gera tillagingar í verkætlanini saman við P/F Articon, innan fyri tilboðskarmin á kr. 79.320.643,- við mvg, og gera sáttmála um arbeiðið.

Málið er samtykt bæði í Byggi- og býarskipanarnevndini og í fíggjarnevndini og skal hava tvær viðgerðir í býráðnum. Uppskotið varð samtykt við fyrstu viðgerð í kvøld.