Útstykking á Argjahamri
Nógv fólk var komið saman til hátíðarhald á Argjum seinnapartin í dag.
Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:
"Hetta er byrjanin til byggiøkini, ið fara at rúma umleið 147 búeindum. Ein partur eru raðhús og ein partur eru íbúðir.
Stórur tørvur er á byggilendi og í tøttum samstarvi við festaran Poul Muller, eru lendi vald út, sum geva so nógvar búeindir sum gjørligt. Dentur er eisini lagdur á frílendir fyri at skapa trivna millum fólk.
Stórur tørvur er á bústøðum í Tórshavnar Kommunu. Okkara kommuna er tann kommunan, har størsti fólkavøkstur er. í mai í ár búðu 23.300 fólk í Tórshavnar kommunu.
Eisini her á Argjum hevur verið stórur fólkavøkstur. í mai í ár búðu 2.540 fólk á Argjum. Sostatt er fólkatalið voksið við nærum túsund fólkum seinastu 30 árini.
Vit kunnu ásanna, at nógv er hent, síðani fyrstu fólkini settu seg niður á Argjum í 1828. Tá høvdu tey neyvan ímyndað sær, at fólk fóru at búgva heilt her uppi.
í dag hátíðarhalda vit, at arbeiðið er komið væl áleiðis. Vit hava í dag lutahandan av vegi 2 til tær fyrstu bústaðareindirnar. Nøkur byggilendi er longu seld, meðan tey seinastu verða boðin út í næstum. Seinni verður farið undir sethúsapartin sunnanfyri útstykkingina á Hamarinum. Tá fara eini 600 fólk at búgva her.
Tað gleða vit okkum til."