Útboð av fýra økjum omanfyri Argjahamar
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum fýra økir omanfyri Argjahamar til privatar arbeiðstakarar at menna. Talan er um tvey øki til raðhúsabygging, eitt til íbúðarbygging og eitt til miðstaðarbygging. Ávikavist øki 1, øki 5.2, øki 6.0 og øki 6.1 á kortinum niðanfyri.
Økini er partar av sjey bústaðarøkjum í heildarætlanin fyri Argjahamar, sum fevnir um matrikkul 256, ið er 132.000 m2 til støddar. Lendið liggur omanfyri bústaðarøkið Klingurstjørn, Skúlan á Argjahamri, Dagstovnin á Hamrinum og bústaðarøkið á Argjahamri. Tað er týdningarmikið sambært heildarætlanini, at økið kemur at umboða ein breiðan málbólk í samfelagnum við ymiskum bústaðarsløgum, bústaðarstøddum og eigaraviðurskiftum. Heildarætlanin leggur harafturat upp til útvent virksemi, so sum einstaklingavirkir, smásølu og tænastur innan heilsuøkið.
Tilboðini skulu latast inn á kommunala útboðsportalinum í seinasta lagi 25. novembur 2024 klokkan 12.
Fyri at kunnu lata tilboð inn á útboðsportalinum, má tilboðsgevi vera skrásettur brúkari. Tað er ókeypis at skráseta seg sum brúkara. Frameftir gongur øll kunning og samskifti fyri seg á útboðsportalinum.
https://utbod.torshavn.fo/tilbod-utbod-yvirlit