Tíðindi - 17. desember 2024
Tórshavnar kommuna skal hava nýggjan tekniskan stjóra
Stjórin stendur á odda fyri tekniska økinum í kommununi og umsitur m.a. býarskipan, bygningsrakstur, vegir, renovatión, tilbúgving eins og grøna orkuskiftið og spillivatnsætlan.
Tekniska økið samlað hevur eina rakstrarjáttan uppá uml. 250 mió. Haraftrat eru løgujáttanir í sambandi við byggiverkætlanir v.m.
Talan er um spennandi og avbjóðandi starv í politiskum umhvørvi.
Starvið hevur verið áramálssett, og møguleiki er eisini fyri áramálssetan.
Freistin at søkja er 12. januar 2025.
Tórshavnar kommuna
Les meira um starvið her