Tíðindi - 05. juni 2024

Tórshavnar kommuna gjørt leigusáttmála við Tórshavnar Golffelag um felagsshús

Í dag skrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Rógvi Mikkelsen, formaður í Tórshavnar Golffelag, undir leigusáttmála um felagshús til Tórshavnar Golffelag á Glyvursnesi.

Í sambandi við ætlanina at gera golfvøll á Glyvursnesi hevur kommunan fingið nýtslurætt til alt lendið og bygning á staðnum.

Tórshavnar Golffelag kann við hesum dagføra bygningin og skipa felagsvirksemið munandi betri, umframt at felagshúsið eisini fer at fevna um innandura venjingarumstøður bæði til roynd og byrjarar, eisini til børn.

Leigusáttmálin millum Tórshavnar kommunu og Tórshavnar Golffelag um felagshús er galdandi í 10 ár.

Fyri kortum bjóðaði kommunan arbeiðið at byggja golfvøll við 9 holum/breytum út, og inn eru komin tvey tilboð. Væntandi verður málið lagt fyri komandi býráðsfund.

Rógvi Mikkelsen, formaður í Tórshavnar Golffelag, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, skriva undir sáttmálan.

Á myndini, Rógvi Mikkelsen, formaður, Tórshavnar Golffelag, Heðin Mortensen, Borgarstjóri, Anfinn Brekkstein, formaður í Mentanarnevndini.

Á myndini, Hermann Mortensen, trivnaðarstjóri, Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, Rógvi Mikkelsen, formaður Tórshavnar Golffelag, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Anfinn Brekkstein, formaður í Mentanarnevndini.