Tíðindi - 20. desember 2023

Tórshavnar kommuna gjørt ætlanaravtalu um lendi til bústaðarbygging og trivnaðarøki í Kollafirði

Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at gera nýggja útstykking í Kollafirði til bústaðarbygging og trivnaðarøki.

Tórshavnar kommuna skrivaði í gjár undir ætlanaravtalu við Gunnvør Dam Jensen, festara í Sjóvarhaga - Niðaripartur, um part av lendi,  ið hoyrir til festið.

Talan er um umleið 29.217 fermetrar, ið kommunan ætlar at keypa og útstykkja til bústaðarbygging og trivnaðarøki. Nú fer kommunan at søkja Búnaðarstovuna um at keypa og frábýta økið til ætlaðu útstykkingarendamálini.

Kollfirðingar hava fleiri ferðir víst á tørvin á grundstykkjum í bygdini. Ætlaða útstykkingin er tí eitt týðandi stig á leiðini, at fáa fólkatalið í bygdini at veksa aftur.

Við ætlaða trivnaðarøkinum verður latið upp fyri, at tað kann verða ein miðdepil ella savningarstað  hjá bygdafólkinum. Hetta er eisini í samsvari við tað, ið er komið fram á borgarafundum í Kollafirði.

Avtalan tryggjar eisini, at tað ikki verður bygt ov nær ánni, og at atlit verða tikin til lagaða gamla bøgarðin.

Ætlanaravtalan, ið er undirskriva, skal samtykkjast í Tórshavnar Býráð.