Tíðindi - 09. november 2023

Tórshavnar býráð samtykt íbindingarvegirnar

Á eykabýráðsfundi seinnapartin hevur Tórshavnar býráð endaliga samtykt íbindingarvegirnar í samband við innkomuvegin.

Tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin mæltu til eina eykajáttan til íbindingar, rundkoyringar og ferðslustýringsloysnir. Heimilað varð samstundis umsitingini at gera sáttmála við P/F Articon um hesar heildararbeiðstøkur.

Málið varð beint í býráðið sum eykajáttanarmál, ið tørvar tvær viðgerðir.

Á býráðsfundi 26. oktober varð málið einmælt samtykt. Seinnapartin varð málið so einmælt samtykt við aðru viðgerð.