Tíðindi - 22. mai 2024

Tiltak: Meira náttúra – minni burturkast

Mynd tiltak um greinahegn 29. mai 2024

Vilt tú sleppa undan biltúrunum á brennistøðina við urtagarðsburturkasti? So lær teg at gera eitt greinahegn. Mikukvøldið 29. mai verður fyrilestur í Auluni í Finsen, har tú kanst læra alt um at gera greinahegn.

Staður: Aulan í Finsen
Tíð: Mikukvøld 29. mai kl. 19-20.30
Fyrilestrarhaldarar: Rikke Edberg og Búgvi Róin
Fyriskiparar: Náttúrunetverkið undir leiðslu av Tórshavnar kommunu í samstarvi við Umhvørvisstovuna

Avskornar greinar kunnu lættliga gerast bústaður hjá fuglum og smádjórum, um tær verða gjørdar til eitt hegn ístaðin fyri at verða burturbeindar. Við einum greinahegni i garðinum ert tú við til at økja um lívmargfeldi í nærumhvørvinum, og tú sleppur undan at at koyra fleiri túrar á brennistøðina um árið. Samstundis ert tú eisini við til at minka um útlátið, binda CO2 og veita lívd til bæði djór og menniskju.

Ein, sum veit alt um greinahegn, er Rikke Edberg, verkætlanarleiðari á Renosyd, sum seinastu árini hevur bygt kilometrar av hesum hegnunum saman við skúlum, barnagørðum og grannaløgum í Jútlandi. Í 2022 fekk Renosyd stuðul frá programminum Náttúruloysnir hjá Norðurlendska ráðharraráðnum til eina royndarverkætlan við greinahegnum, og síðani hava fleiri kommunur í Danmark tikið hugskotið til sín við nógvum fyrimunum.

Mikukvøldið 29. mai fer Rikke Edberg at greiða frá verkætlanini hjá Renosyd í Auluni í Finsen saman við Búgva Róin, býargartnara í Vága kommunu, sum hevur gjørt sær royndir við greinahegnum í Føroyum. Tú finnur tiltakið á tiltakskalendaranum tímin.fo.

Tiltakið er alment og ókeypis. 

Sí videobrot um verkætlanina við greinahegnunum her:

https://www.youtube.com/watch?v=O3qsoSNdzgY&t=29s 

Meira náttúra - minni burturkast (Tímin.fo)