Tíðindi - 26. juni 2024

Tekna teg til Nóllywood 2024 - filmsummarskúlan fyri ung

Nollywood 2024_3_4000x2250

Ert tú millum 14 og 18 ár, og vilt tú læra at gera film? So mást tú tekna teg til Nóllywood, sum er árligi summarskúlin fyri ung, ið eru áhugað í filmi. Nóllywood 2024 verður 8. til 15. juli í Nólsoy. 

Tekna teg við at senda ein teldupost til klippfisk@klippfisk.fo við upplýsingum um navn, føðingardag, teldupostadressu, telefonnummar og navn og telefonnummar hjá foreldrum ella verja. 

Í teldupostinum skalt tú harafturat skriva nøkur orð um, hví tú vilt læra at gera film, og um tú hevur nakrar royndir við filmsframleiðslu. Royndir eru tó als ikki eitt krav. 

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at senda okkum tínar spurningar til klippfisk@klippfisk.fo