Tíðindi - 28. august 2024

Starvsdagur í Frítíðarskúlanum í Hoyvík

Seinnapartin í gjár var hátíðarløta í Frítíðarskúlanum í Hoyvík í samband við, at Kristina Vesturklett hevur arbeitt hjá Tórshavnar kommunu í meira enn 35 ár.

Her er brot úr røðuni, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt á samkomuni:

"Tey siga, at tær dámar at rokast, at tú flennir og er í góðum lag, men at tú eisini torir at siga frá, um tað er neyðugt.

--

Eftir meira enn 36 ár í starvi hevur tú sjálvandi drúgvar royndir og nógva vitan. Hetta kemur eisini starvsfeløgum hjá tær til góðar, tá tú fortelur um gamlar dagar og tínar royndir.

--

Hóast nógv er at gera, so tú dugir eisini at seta teg niður, tá miðmálin er liðugur, og fáa tær ein drekkamunn saman við børnum og starvsfólkum.

Og tað, at duga at taka sær stundir at práta við børnini og starvsfelagar, hevur týdning í hesum tíðum, tá alt skal ganga so skjótt.

--

Góða Kristina.

Fari at takka tær fyri tað arbeiðið, ið tú hevur gjørt fyri børn, ung og vaksin í Tórshavnar kommunu í meira enn 36 ár.

Hjartaliga til lukku við starvsdegnum og blíðan byr."