Tíðindi - 22. september 2024

Standmyndin av Andreu Árting avdúkað

Seinnapartin varð standmyndin av Andreu Árting avdúkað. Standmyndin stendur í Steinatúni.

Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, býráðslimur, ið avdúkaðu standmyndina.

Í røðu sínari vístu Heðin Mortensen, borgarstjóri, á, at Andrea Árting hevur havt týdning fyri allar Føroyar.

Nógv fólk var samankomið, og Havnar Hornorkestur spældi løg hjá Andreu Árting á hátíðarhaldinum.

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt, tá standmyndin varð avdúkað:

“Tað kann verða torført at seta orð á tann týdning, ið Andrea Árting hevur havt fyri Havnina og fyri allar Føroyar.

Tí Andrea Árting avrikaði so nógv gjøgnum lívið.

--

Andrea arbeiddi fyri at gera Havnina og Føroyar til eitt betri samfelag.

Hon stríddist fyri teimum, ið høvdu tað tungt, -  og sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag stríddist hon fyri javnrættindum millum menn og kvinnur.

--

Eg haldi, at vit kunnu siga, at Andrea stríddist fyri fólkaræðinum, og at Andrea gjørdi Føroyar til eitt betri samfelag.

Tí hóast Andrea búi í Havn, so hava hennara avrik týdning fyri allar Føroyar.

--

Í 40 ár stríddist Andrea fyri, at kvinnur og menn skuldu hava somu løn. Tað var stríggið og mótstøðan hørð. Men Andrea helt á og hon kom á mál.

Tí við samráðingum í 1977 fekk Andrea Árting, saman við øðrum, í sáttmálan, at kvinnur og menn skuldu hava somu løn fyri sama arbeiði.

Og 1.mei 1981 kom sáttmálin í gildi, tá kvinnur og menn fingu somu løn. Tá var eitt stórt mál hjá Andreu rokkið.

--

Men Andrea fevndi víða.

10. Juli 1918 stóð lýsing í Tingakrossi við yvirskriftini “Kappróður fyri kvinnur”. Í lýsingini stóð millum annað: “Ætlanin er at fáa í lag ein kappróður fyri kvinnur á Ólavsøku komandi.”

Tað var Andrea Árting, ið tók stig til hetta, og var hetta fyrstu ferð, at kvinnur róðu kapp á Ólavsøku.

--

Og sjálvur var eg so heppin, at sleppa at tosa við Andreu um júst kappróður.

Tað var, tá vit skuldu hava tilfar til bókina Drekin, Havnar Róðrarfelag 50 ár.

Tá var eg á gátt hjá Andreu, har hon greiddi frá um kappróður. Hon dugdi væl at greiða frá, og nógv áhugavert tilfar kom burturúr. Men hon greiddi eisini frá um samfelagsviðurskifti, og eg lærdi nógv.

--

Andrea var ein býarmynd her í Havnini. Hon tosaði við øll – bæði børn og vaksin. Hon hevði viðmerkingar um tað, sum hendi í býnum, og fregnaðist altíð við áhuga, tá hon kom framvið, har tiltøk vóru.

Stutt eftir, at eg varð valdur í býráðið fyrstu ferð í 1972, hitti eg Andreu Árting. Tá ynskti hon mær til lukku og nýtti sjálvandi eisini høvi at vísa á okkurt, ið hon helt var neyðugt at gera her í kommununi. Hetta dugdi hon sera við væl valdum orðum at siga frá.

--

Um eitt bil fara vit at avdúka hesa standmyndina um Andreu Árting.

Staðsetingin her í Steinatúni er væl vald, tí her ferðast nógv fólk. Her ferðast eldri, ung og børn.

Og eg vóni, at børn og ung fara at taka hesa standmynd og hesa megnarkvinnu til sín.

Tí ongin ivi er um, at Andrea Árting er ein fyrimynd fyri okkum øll.

--

Eg fari at takka øllum tykkum, ið hava verið við til, at henda standmyndin bleiv veruleiki.

Fari at takka Edwardi Fuglø, listamanni, ið hevur gjørt standmyndina, og fari at ynskja honum hjartaliga til lukku við standmyndini, og eg haldi, at hann lýsir avrikini hjá Andreu sera væl.

Fari eisini at takka Broncestøberiet, ið hevur stoypt listaverkið. Teir siga, at hetta hevur verið ein stór avbjóðing hjá teimum, og at áhugin hjá listafólkum í Danmark at síggja standmyndina, hevur verið stórur.

Eg fari at takka arbeiðsfólkunum, ið hava gjørt økið klárt og fingið standmyndina upp, býararkitektinum og øllum starvsfólkum hjá Tórshavnar kommunu, Listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu og Helga Fossádal fyri teirra arbeiðið.

--

Eisini fari eg at takka Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðarafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Hiddenfjord og Partafelagnum Poul Michelsen fyri fíggjarligan stuðul til standmyndina.

Og eg fari eisini at takka øllum býráðslimunum, sum hava játtað pening til standmyndina. Tí uttan henda vilja og stuðul, so var ongin standmynd.

--

Í yrkingini til Fiskimannin skrivar Andrea Árting, um fiskimannin, at hann stríddist :

“Ei bert fyri seg og síni

Ei bert fyri meg og míni

Men fyri alt Føroya land.”

Tað sama kunnu vit siga um Andreu Árting, - hon stríddist ei bert fyri seg og síni, men fyri alt Føroya land.

--

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu fegnist eg um, at Tórshavnar kommuna nú vísur Andreu Árting heiður og æru við hesari standmynd. Tað hevur hon uppiborið.”