Tíðindi - 12. desember 2024

Seinasti býráðsfundur í hesi setuni

Seinasti býráðsfundurin í hesi setuni hevur verið. Heðin Mortensen, borgarstjóri, nýtti høvið at takka fyri gott samstarv og ynskja Elsu Berg blíðan byr. 

 

Her er røðan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

 

- Góðu býráðslimir!

Alt gott fær ein enda, plaga vit at siga, og so er eisini í dag, nú enn eitt býráðsár er av, og vit eisini eru komin til endan á hesum fýra ára valskeiðnum.

Og lat meg beinanvegin takka tykkum øllum fyri gott samstarv hetta skeiðið, sum nú er farið, tí eg haldi, at vit øll saman hava fingið væl burturúr.

Onkur stillaði ikki uppaftur til kommunuvalið, sum var í farna mánaði, og onkur fekk ikki afturval.

Gevist ikki fyri tað, men minnist til, at vit altíð hava brúk fyri góðum kreftum í Tórshavnar býráð!

* * *

Sum býráðslimir hava vit fingið álit frá fólkinum, vit varða av, og okkum er litið upp í hendi at taka bæði stórar og smáar avgerðir, eins væl og bæði lættari og tyngri avgerðir.

Tað er altíð hugaligt, tá vit kunnu taka hendur saman og í felag avrika nakað, ið kann gagna bæði kommununi og høvuðsstaðnum, tí tað er altíð lættast at lyfta í felag.

Vit kunnu hava ymsar meiningar um tað, vit arbeiða við, men eg ivist onga løtu í, at felags málið er drívmegin hjá okkum øllum.

Tað er at gera sítt besta fyri Tórshavnar kommunu og øll tey, sum her búleikast og hava sítt lív, tí tað er fyrst og fremst tað, vit eru vald til.

* * *

Vit eru vald til at vera fólksins forlongdi armur, og skulu tí arbeiða fyri tey, ið hava litið okkum tað til.

Her eru vit so heppin at hava eina væl útbygda og fíggjarliga væl grundfesta kommunu, men tað krevur samstundis av okkum, at vit megna at halda fast í tað.

Tað, sum okkum er litið upp í hendi, eiga vit at fara væl um og røkja sum best, og tað haldi eg, at vit øll sum góð og skilagóð fólk hava megnað.

Tí er tað eisini við góðum treysti, at vit hyggja frameftir, so tað eisini verður soleiðis hetta komandi skeiðið.

* * *

Fyri mítt viðkomandi endar eitt tíðarskeið nú, har mær hevur verið litið til at vera borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og at standa á odda fyri høvuðsstaðnum.

Tað eri eg takksamur fyri, tí hesi tilsamans 16 árini hava verið hendingarík við nógvum gevandi løtum og stórum upplivingum, eg ikki vildi verið fyriuttan.

Nú skal eg so venja meg við ein nýggjan gerandisdag, samstundis sum onnur eisini skulu tað – ikki minst komandi borgarstjórin, ið nú skal avloysa meg í sessinum.

Eisini skal eg nú siga okkara góðu umsiting farvæl, hóast eg sum vanligur býráðslimur ikki heilt missi sambandið við tey.

Men tað verður sjálvandi eitt sindur øðrvísi at koma á gátt á Vaglinum, nú eg í tilsamans fýra valskeið havi sitið við borðendan, og so ikki longur geri tað.

* * *

Eftir øll hesi árini við einum álmanakka, sum hevur verið á tremur við alskyns avtalum frá morgni til myrkurs, skal eg nú til at venja meg við eina heldur róligari tilveru.

Telefonin verður helst eisini eitt sindur kúrrari, og hóast eg eri morgunmaður, fáa vit nú at síggja, um eg kanska onkran morgun fari at liggja eitt sindur longur.

Men hóast eg ikki longur frá morgunstundini skal vera klárur til fundir og annað, skulu tit ikki rokna við, at eg bara leggi meg á hina liðina.

Hugurin at vera virkin og at fáa nakað burturúr degnum, er einki minkaður – heldur tvørturímóti.

* * *

Enn einaferð vil eg bara takka tykkum øllum fyri gott samstarv, gott arbeiðslag og manga góða løtu hetta farna skeiðið.

Eg fari ikki at nevna nøkur nøvn, hóast samstarvið hevur verið størri við onkran enn við onkran annan, tí tit hava dygdir, ið eg havi størstu virðing fyri.

Fleiri tykkara havi eg kent í mong ár og samstarvað nógv við, og onnur kanska ikki so leingi.

Men eg haldi, at tit hvør í sínum lagi hava megnað at lagt tykkara orku og evni í tað góða arbeiðið.

* * *

Samstundis vil eg ynskja alt tað besta fyri tað komandi býráðið, ið so ella so byggir á herðarnar á hesum.

Eisini vil eg ynskja Elsu Berg bestu eydnu, nú hon fer at taka við sum okkara nýggi borgarstjóri.

Sum varaborgarstjóri eri eg fúsur at vera til hjálpar, um brúk er fyri tí.

Og sjálvt um eg ikki longur eri við sum skipari, gleði eg meg til at síggja, hvussu tann nýmannaða skútan stevnir út í framtíðina.

‟Nýggir kustar feia best, men teir gomlu kenna krókarnar,” sigur orðatakið, men tá nýhugsan og royndir ganga hond í hond, fæst nógv burturúr.

Øll vilja vit tað besta fyri Tórshavnar kommunu og høvuðsstaðin, og tá ið so nógv góð hjørtu banka í takt fyri tí sama góða málinum, kann tað bara vera gott.

 

Takk fyri!