Tíðindi - 02. juli 2024

Sáttmálin undirritaður um at gera túnið við Svimjihøllina

Nýtt tún verður nú gjørt uttanfyri Svimjihøllina í Gundadali.

Verðandi tún, sum varð gjørt í 1982, tá Svimjihøllin varð bygd, er illa farið. Tí verður túnið nú gjørt av nýggjum. Metti kostnaðurin er knappar níggjuhundraðtúsund krónur.

Sáttmálin varð í dag undirritaður við felagið Múrskeiðina um at gera arbeiðið.  Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Hallur Danielsen, stjóri í Múrskeiðini, ið skrivaðu undir sáttmálan.

Svimjihøllin í Gundadali hevur árliga eini 150.000 túsund vitjandi.