Randi Kjærbæk 40 ára starvsdag á Ellisheiminum
Seinnapartin í gjár var hátíðarhald á Ellisheiminum í sambandi við, at Randi Kjærbæk fekk Kongens fortjenestmedalje fyri trúgvu tænastu í 40 ár. Eisini fekk hon gullmedalju og heiðursbræv frá Tórshavnar kommunu.
Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:
"Tú hevði ikki fylt 18 ár, tá tú fór á Ellisheimið at búgva.
Tað var øgiliga tíðliga, vilja tey flestu ivaleyst halda. Men tað hevði sína heilt serligu orsøk. Tí søgan er tann, at henda unga Skálvíksgentan, sum fekk arbeiði á Ellisheiminum 10 dagar, áðrenn hon fylti 18 ár, eisini slapp at búgva á arbeiðsplássinum fyrstu tíðina. Soleiðis var skipanin tá. Og tað mundi koma væl við hjá eini ungari bygdargentu, sum kom til Havnar.
Í Havn møtti tú Fritleifi. Tit eiga dóttrina Biritu, og hava fingið ein ommu- og abbason, sum eitur Rókur.
Tú ert fødd og uppvaksin í Skálavík og yngst av seks systkjum. Mamman var norsk, og tað gav tær ein serligan alsk til Noreg, sum millum annað seinni sást aftur, tá tú við familjuni var í Noreg og fekk sær sjúkrahjálparaútbúgving í 1989-90.
Nøkur ár seinni vóru tit í Danmark, har tú tók útbúgving sum heilsurøktari.
“Randi er sera góð fyri húsið”, hava starvsfelagarnir at bera tær. “Tú er góð við búfólkið, gongur høgt uppí, at tey hava tað gott, og dámar væl at ganga og hugna um tey. Tú hevur sera gott eygað fyri at pynta, hugna um og diggast.”
Ein lýsing av virðing og menniskjakærleika, sum eyðkennir og ger teg til eina fyrimynd í júst hesum umhvørvinum, tú hevur valt sum sítt lívsyrki.
Tú er við tínum drúgvu royndum sera væl fyri fakliga, og er ein góður vegleiðari. Tú er greið í tínum meiningum, og hevur dirvi til at siga frá, um tað er okkurt, tú ikki kann góðtaka, sum kann gerast betri.
Men nú er alt lívið ikki bara arbeiði kortini.
Heimstaðurin Skálavík fornoktar seg ikki, og sum tað náttúrumenniskjað, tú ert, spøkir bóndalívið har suðuri eisini aftur soleiðis av og á.
Ivaleyst er tað haðani, tín áhugi fyri ull og hondarbeiði eisini stavar.
Tú hevur í fleiri ár undirvíst á Tórshavnar Kvøldskúla í at evna burtur úr silvuri, horni og steini.
Góða Randi
Takk fyri teg og alt, tú hevur givið frá tær. Tú ert “ung” enn, og vónandi kunnu búfólk og øll hini enn eina tíð fáa líka stóra gleði av tær, sum fyrr."