Tíðindi - 17. juli 2024

R. C. Effersøes gøta stongd og bussleiðin umløgd 17. juli

Vit steingja R. C. Effersøes gøtu frá Tjaldursvegnum til Húsagøtu frá mikukvøldinum 17. juli klokkan 18.30 til hósmorgunin 18. juli klokkan 6. Vegurin er stongdur í sambandi við grevstri fyri kloakk tvørturum vegin.

Bussleiðin er umløgd, meðan arbeiðið fer fram: Leið 1, 2, 3 og 5 koyra eftir Tjaldursvegnum, Hoyvíksvegnum, Gripsvegnum og R. C. Effersøes gøtu og víðari eftir ferðaætlanini.