Tíðindi - 15. juli 2024

R. C. Effersøes gøta partvíst stongd og bussleiðir umlagdar í kvøld

R. C. Effersøes gøta verður stongd frá Tjaldursvegnum til Húsagøtu frá í kvøld klokkan 18.30 til týsmorgunin 16. juli klokkan 6 í sambandi við grevstri fyri kloakkrørum. Bussleiðirnar 1, 2, 3 og 5 eru í hesum sambandi umlagdar soleiðis, at tær koyra eftir Tjaldursvegnum, Hoyvíksvegnum, Gripsvegnum, R.C. Effersøes gøtu og síðan víðari eftir ferðaætlanini.