Tíðindi - 03. desember 2024
Ólógligir oljutangar
Frá 1. januar 2025 verða ávísir oljutangar ólógligir sambært kunngerð.
Um tú hevur ein av hesum oljutangum, men av eini ella aðrari orsøk ikki fært hetta uppá pláss innan ásettu freistina í kunngerðini, so ber til, at fáa freistina longda í serligum føri.
Freistin kann í serligum føri leingjast:
- Um ætlan er at skifta til felagshitaskipan
- Tað tíðina tað tekur at brenna oljuna í tanganum
- Um bindandi avtala er gjørd um nýggjan oljutanga við veitingartíð
- Um bindandi avtala er gjørd um nýggja hitaskipan við veitingartíð
Neyðugar upplýsingar skulu fylgja við umsóknini:
- Eigari, adressa og matrikulnummar
- Avrit av avtalum um at knýta í felagshitaskipan
- Meting um tíðina tað tekur at brenna oljuna í tanganum
- Avrit av bindandi avtalum við veitingartíðum
Umsókn kann sendast til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 31. desember 2024.
Kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018 um at fyribyrgja dálking frá oljutangum