Tíðindi - 08. november 2023

Nú kanst tú søkja um at fáa afturrindað útreiðslur av parkeringsbótum

Ítróttaøki Í Gundadali 2650Px

Nú ber til at søkja um at fáa afturrindað útreiðslur av parkeringbótum, tú hevur fingið fyri ólógliga parkering í parkeringssonuni í Gundadali í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september 2023.

Niðanfyri er leinki til talgilt umsóknarblað. Saman við kravdum upplýsingum, so sum navn og kontonummar, skal umsøkjari viðfesta kvittan fyri, at bótin er goldin.

Umsóknin má vera kommununi í hendi í seinasta lagi 5. januar 2024.

Trýst á leinkið niðanfyri og fyll kravdu teigarnar út.

Umsókn um afturrindan av parkeringsbót