Nú kanst tú kunna teg um útbúgving til heilsuhjálpara
Kunning um heilsuhjálparaútbúgvingina og førleikametan verður í fundarhølinum í Heilsuhúsinum, Brekkutún 1, 188 Hoyvík 18. september kl. 13.30.
Umboð frá Heilsuskúla Føroya fara at greiða frá um, hvussu ein verður førleikamettur fyri at fáa góðskrivað part av starvsvenjingini og taka útbúgvingina sum heilsuhjálpari uppá styttri tíð. Eisini verður greitt frá heilsuhjálparaútbúgvingini.
Hevur tú starvsroyndir innan heilsuhjálparaøkið og ert yvir 25 ár, kanst tú søkja um førleikameting og fáa ein part ella allan starvsliga útbúgvingarpartin til heilsuhjálparaútbúgvingina góðskrivaðan.
Hevur tú tær røttu starvsroyndirnar, kanst tú taka ástøðiliga útbúgvingarpartin út í eitt og gerast heilsuhjálpari eftir einum hálvum ári, lutvíst við undirvísing á skúlanum og lutvíst við fjarundirvísing.
Vanliga tekur heilsuhjálparaútbúgvingin 15 mánaðir, sum umfatar bæði skúlagongd og verkliga læru.
Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjarar til heilsuhjálparaútbúgving í apríl 2024.
Freistin at søkja um at verða førleikamett verður umleið hálvan januar 2024.
Tú kanst lesa meira um førleikameting her https://vegleiding.fo/226
Søkjast kann um førleikameting til heilsuhjálparaútbúgving, á heimasíðuni hjá vegleiðingarstovuni, við at útfylla frymilin, ið er at finna her: https://vegleiding.fo/175