Tíðindi - 04. juli 2024

Mortan Simonsen nýggjur fíggjarleiðari

Nú frá 1. juli at rokna er Mortan Simonsen settur í starv sum fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu. 

Mortan er útbúgvin cand. polit. Hann hevur drúgvar royndir sum búskaparfrøðingur og leiðandi ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. 

Mortan hevur verið ráðgevi í Vinnuhúsinum og eitt skifti ráðgevandi búskaparfrøðingur í egnum virki. 

Mortan hevur seinasta árið starvast sum fíggjarfulltrúi í teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu, og frá 1. juli at rokna er hann settur í starv sum nýggjur fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu.