Tíðindi - 01. november 2024

Marius Müller 25 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu

Í gjár var hátíðarhald í sambandi við, at Marius Müller hevði 25 ára starvsdag.

Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra:

"At Marius endaði her í teknisku fyrisiting, var ikki sjálvsagt. Marius er av stórari bóndaslekt, eini tí størstu í Suðurstreymoy. Men ambitiónirnar førdu hann til Grønlands – altso Snikkaravirkið í Grønlandi - har hann í miðjum 70’unum lærdi til snikkara. Henda royndin við handverki og bygging legði grundarlagið fyri hansara framtíðar yrkisleið.

Í 1984, eftir at hava lisið til byggifrøðing, vendi Marius aftur til Føroya, har hann byrjaði sum ráðgevandi verkfrøðingur hjá LBF og seinni sum byggileiðari hjá BGW. Í 1995 byrjaði Marius hjá Tórshavnar kommunu á Byggideildini. Skjótt løgdu øll merki til hansara góðu evni og eldhuga, og longu í 1997 gjørdist hann fyrsti tekniski tekniski stjóri hjá kommununi. Hetta starvið hevði hann til 2004. Hesa tíð skipaði hann fyrisitingina og setti sín dám á mongu týðandi verkætlanirnar tá.

--

Seinnu árini hevur Marius verið leiðari á Byggimálsdeildini, og er hann nú settur í starvið sum leiðari á Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu. Tað er látur og gott lag, har Marius er. Tú hevur eisini verið virkin í trivnaðinum á arbeiðsplássinum. Ikki bert við skemtisøgum, men eitt nú hevur tú verið millum berandi røddirnar í legendarisku Tórskallar. 

Góði Marius – hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum og takk fyri avrik tíni, sum hava gjørt mun og ávirkan okkara bý og kommunu."