Tíðindi - 21. mars 2024

Listaligt flog í Finsen

Áhugafelagið ListGraFo fegnast um góðu umstøðurnar hjá listafólkum at virka á grafiska verkstaðnum í Finsen. Eitt prýði til stóra gleði fyri Havnina.

Úr vindeyganum síggjast tey. Prýðiligu listaverkini, sum speglast í flógvu morgunsólini. Á veghæddini í Finsen, á horninum millum Sjúrðargøtu, Kongagøtu og Niels Finsens gøtu, heldur grafiski verkstaðurin ListGraFo til.

Har er høgt til loftið og vítt til veggja, eisini í fluttari merking. Á gólvunum standa pressurnar, ið allar hava hvør sína serstøku søgu, so hábærsligar. Tær eru listafólkini góð við og hjúkla um. Men annars líkist verkstaðurin ein verkstaði í orðsins sanna týdningi. Amboð, pappír og litir, hvørt um annað. Og tað verður arbeitt av øllum alvi. 

Tey arbeiða við list, sum rópt verður originalgrafikkur, eitt nú steinprent, koparprent, linolium og træskurðar.

- Hetta er ein verkstaður við eginábyrgd. Allir limir í felagnum hava lykil til verkstaðið og kunnu gagnnýta allar hentleikar og møguleikar, tá teimum lystir, sigur Jóna Rasmussen, sum er forkvinna og primus motor í ListGraFo.

Umframt at vera undangongufólk í ListGraFo hevur Jóna Rasmussen í 30 ár undirvíst í steinprenti og grafiskari list á Tórshavnar Kvøldskúla. Hølini í Finsen eru kommunal, og avtala er gjørd um, at grafiska undirvísingin á Kvøldskúlanum kann húsast og býta umstøðurnar á verk­staðnum í Finsen. Tað hevur higartil riggað avbera væl og verið ein sólskinssøga fyri allar partar.

Góðar umstøður
ListGraFo er áhugafelag, ið listafólk, sum arbeiða við steinprenti og grafiskari list, hava tikið seg saman um. Aðalmálið er at menna listaliga handverkið og birta áhugan fyri listini.

Felagið varð stovnað í 2012 og skrásett hin 29. august í 2013.
Men upprunin til felagið er nógv eldri enn so, tí fyrstu tankarnir vórðu kveiktir longu tíðliga eftir aldarskiftið, tá ein bólkur av listafólkum í Havn fór at tosa um at stovna felag, sum listafólk kundu savnast um. Men tað gingu nøkur ár, til felagið umsíðir varð stovnað.
 
Tilgongdin at finna høli, sum eru egnað til endamálið, hevur verið bæði drúgv og avbjóðandi, men seinastu árini hevur Finsen verið karmur um felagið og listina, og har trívast tey sera væl. - Hetta er fantastiskt. Fjálgt og gott. Ljóst og rúmligt og góðar umstøður at arbeiða. Vit eru so glað um hølini og hesar karmarnar, sigur Rannvá Holm Mortensen, sum er eitt av listafólkunum, sum javnan er á verkstaðnum.

Verkstaðurin liggur væl fyri. Í hjartanum av Havnini, í sjálvum miðbýnum. Og tað er ein fyrimunur. Hann er sjónligur og sæst, tá ið bilar og fólk til gongu strúka framvið, og hann er vælegnaður til størri og smærri mentanarlig tiltøk, framsýningar og annað.

Í løtuni eru 14 skrásettir limir í ListGraFo. Limirnir eru listafólk, og tey flestu eru væl kend andlit í Havn og um alt landið. Nøvnini klinga væl í oyrunum; Astri Luihn, Rannvá Holm Mortensen, Kári Svensson, Oggi Lamhauge, Rakel Helmsdal, Sigrun Gunnarsdóttir, Jóna Rasmussen, Bárður Dal Christiansen og fleiri.

Felagið hevur sett sær sum mál, at tað næstu árini skal vaksa seg bæði størri og sterkari. ListGraFo er somuleiðis í tøttum samstarvi við onnur listagrafisk verkstøð og felagsskapir í Norðurlondum og hevur eitt nú samstarvað væl við Fyns Grafiske Værksted í Danmark.

Í oktober í 2022 var ListGraFo vertur fyri stórari norðurlendskari ráðstevnu í Norðurlanda­húsinum í Havn, har grafisk verkstøð úr fleiri Norðurlondum tóku lut.

Hjúkla um handverkið
Tað er listamaðurin Ole Wich, sum er upphavið til navnið ListGraFo. Felagið er vorðin sjálv ímyndin av steinprenti og grafiskum handverki. Eitt handverk, sum er vert at varðveita og menna, halda tey í felagnum.


Men handverkið er komið undir trýst av tí teldugrafiska ráki, sum seinastu árini hevur vunnið seg meira og meira fram á pallin, bæði heima og uttanlands.

- Vit mugu hjúkla um handverkið, tí annars doyr tað spakuliga út. Og tað vildi verið spell, tí talan er millum fínastu listaligu handverk yvirhøvur, sigur Rannvá Holm Mortensen. 

Tí er tað gott at vita, at listin og handverkið er í góðum og tryggum hondum á verkstaðnum í Finsen og til stóra gleði fyri Havnina og fólkið, sum her býr.