Tíðindi - 23. juli 2024

Kongaminnið, býarmynd í nýggjum hami

Nú seinnapartin var lítil samkoma uppi við Kongaminnið fyri teimum, sum hava umvælt bæði umhvørvið og sjálvt Kongaminnið.

Borgarstjórin beyð øllum vælkomnum niðan á Kongaminnið og greiddi frá, at Kongaminnið varð reist sum eitt minni um fyrstu donsku kongavitjanina í Føroyum, tá Kristian 9. kongur vitjaði beint undan ólavsøku í 1874, t.v.s. fyri 150 árum síðan. 

Kristian 9. kongur kom á land niðri á Kongabrúnni við Eystaru vág, sum varð bygd júst til hetta sama høvið. So Kongabrúgvin fyllir eisini 150 um dagarnar.

Kongur bleiv fagnaður við heiðursportri, fløggum og miklum lógvabrestum av havnafólkum, sum vóru komin oman at uppliva hesa hátíðarligu og søguligu hending.

Borgarstjórin í Havn, sum um tað mundið var Andreas Lützen, var sjálvandi eisini komin oman at taka ímóti kongi. 

Hetta skuldi tó vísa seg at gerast ein sorgarleikur, tí borgarstjórin var so spentur, at hann fekk ein hjartatilburð ímeðan hann helt hátíðarrøðuna, og søgan sigur, at hann doyði á staðnum í ørmunum á kongi. 

Kongur fekk so ringa samvitsku av hesum, at hann á hvørjum ári lat eina stóra peningagávu til eftirsitandi familjuna hjá Lützen borgarstjóra, so leingi kona hansara livdi.

Minnismerkið, sum vit í dag rópa “Kongaminnið” varð reist í 1882 sum minni um vitjanina. Tað var navnframi grótlaðarin, Jákup Andreas Arge, vanliga nevndur “Jampan”, sum saman við øðrum frægum monnum stóð fyri hesum arbeiðinum.

Hetta framúr vakra og neyva steinlaðingararbeiðið síggja vit eisini aftur í øðrum av tí, sum Jákup Andreas Arge hevur laðað, sum t.d. gamla Sparikassan í miðbýnum í Havn og Ráðhúsið á Vaglinum.

Tað, sum eyðkennir staðið, har Kongaminnið er reist, er tað framúr góða útsýnið oman yvir miðbýin. 

Tað hevur verið greitt, at Kongaminnið seinastu tíðina hevur havt ymsar ábøtur og broytingar fyri neyðini, soleiðis at fólk kunnu halda fram at njóta hendan vakra blettin og útsýnið yvir býin.

Og nú ætlanin var, at Fríðrikur kongur skuldi vitja, varð avrátt at gera hesar ábøtur. Øllum kunnugt varð kongavitjanin útsett, men umvælingararbeiðið er kortini gjørt.

- Kommunan hevur latið gera hetta umvælingararbeiðið, sum nú er liðugt. Og vit kunnu nú fegnast um, at nú ber til at koma niðan á Kongaminnið eftir sløttum hjá teimum, sum eru illa gongd, ella sum eru farin ein túr við barnavogni. 

- Gamla ójavna asfaltið og trappurnar eru skiftar út við nýggjar gongusteinar úr føroyskum basalti, sum eru lagdir allan vegin frá Hoyvíksvegnum og niðan á sjálvt minnismerkið. 

- Steinarnir eru sniðgivnir og settir soleiðis niður, at teir samsvara við laðingina á minnismerkinum sjálvum. Nýggj rekkverk eru eisini gjørd, sum ein kann stiðja seg til allan vegin niðaná, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Hann nevndi síðan tey, sum hegnisliga hava loyst hesa uppgávuna fyri Tórshavnar kommunu:

Føroya Grótvirki, sum hevur skorið gongusteinarnar úr basalti.

Spf. Havin, sum hava staðið fyri at taka gamla asfaltið og skervin oman av, at umvæla gøtuna við nýggjum tilfari, og leggja flag á kantarnar allan vegin niðan á Kongaminnið.

Spf. Basalt hava staðið fyri at laðað nýggju gøtuna upp úr føroyskum hagagróti, at steinseta og at byggja nýggja rekkverkið. 

Spf Basalt hevur eisini sniðgivið og evnað tríggjar nýggjar fittligar beinkir, eisini úr føroyskum gróti og timbri, har fólk kunnu sessast og njóta góða útsýnið yvir býin.

Spf. Málarin (við málarameistara Jón við Neyst), hevur renoverað litin á kongaliga monogramminum hjá Christiani 9 á syðru síðuni á minnismerkinum, umframt at hava fingið fram aftur stavirnar: “Med Gud for ære og ret” á norðaru síðuni.

Spf. Múrarin, (við Jónasi Hjaltalin) hevur staðið fyri at umvæla sjálvt minnismerkið og at endurnýggja brotflísar og trappurnar á fundamentinum.

Og í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu, hevur verkætlanin verið stýrd av Bjarna Poulsen í stápinum hjá Teknisku Deild, saman við starvsfólkum á Býarskipanardeildini.

- Eg skal vegna Tórshavnar kommunu takka øllum teimum, sum hava arbeitt við hesi verkætlan, og ikki minst ein stór tøkk til grannar og íbúgvar her í nærumhvørvinum fyri tolsemi og vælvild, meðan arbeitt hevur verið. 

 Vónandi eru tit øll glað fyri úrslitið. Hjartaliga takk fyri og vónandi verður arbeiðið til gleði fyri øll, segði borgarstjórin at enda.

Sí nógvar myndir á okkara Facebook-síðu HER