Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. apríl 2023
Tórshavnar kommuna dagførir gjøldini fyri eldratænastur frá 1. apríl 2023. Nýggj kunngerð um eldratænastur er lýst at koma í gildi 1. apríl 2023, og hon gevur kommununum heimild til sjálvar at áseta gjøldini fyri sínar eldratænastur, sum ikki eru broytt síðan 2015.
Á býráðsfundi 23. februar 2023 samtykti Tórshavnar býráð at lýsa broytingar í gjøldum fyri heimatænastu, eldrabúpláss og umlætting í Tórshavnar kommunu áðrenn 1. mars 2023. Hetta í sambandi við nýggju kunngerðina, sum er lýst at koma í gildi 1. apríl 2023, og sum gevur kommununum heimild at áseta gjøld fyri sínar eldratænastur.
Broytingarnar í gjøldunum fyri eldratænasturnar í Tórshavnar kommunu sært tú her:
- Broyting í gjøldum fyri eldrabúpláss 1. apríl 2023
- Broyting í egingjaldi fyri heimahjálp 1. apríl 2023
- Broyting í gjaldi fyri umlætting 1. apríl 2023
Gjøldini fyri eldratænasturnar hava higartil verið ásett í kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014 og eru ongantíð broytt. Sostatt hava somu gjøld verið galdandi fyri heimatænastu, búpláss og umlætting síðan 2015.
Vit teimum broytingum, sum eru lýstar í nýggju kunngerðini, fáa kommunurnar nú heimild til sjálvar, eftir ávísum leisti, sum er lýstur í kunngerðini, at áseta gjøld fyri heimatænastu, eldrabúpláss og umlætting. Kommunufelagið hevur lagt fram uppskot um felags leist fyri áseting av gjøldum. Uppskotið og nærri frágreiðing sært tú á heimasíðuni hjá Kommunufelagnum.
Málsviðgerðina í Tórshavnar Býráð finnur tú á síðu okkara um dagsskráir og fundarfrásagnir.
Nýggja kunngerðin kemur í gildi 1. apríl 2023. Hon avloysir Kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014.
Semja um felags gjøld fyri eldratænastur (kf.fo)