Tíðindi - 30. november 2024

Jólatræið tendrað

Seinnapartin í gjár varð jólatræið á Vaglinum í Havn tendrað. Nógv børn og vaksin vóru savnað til hugnaligu løtuna. 

Miðbýurin er jólaprýddur, og nógv er gjørt burturúr við smáttum, ljósi og hugna.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, tosaði í røðu sínari um, at jólatræið minnir okkum á, hvat er á veg. 

Jólini bera okkum ljós og hita hesa ársins myrku og køldu tíð, og hetta jólatræið er ikki minst við til at minna okkum á, hvat er á veg.

Eisini tendra vit nú fyrsta ljósið av fýra í adventskransinum heima við hús, so vit í adventini kunnu fyrireika og gleða vit okkum til jólahøgtíðina, segði borgarstjórin í røðu sínari.

Aftur í ár er tað Reykjavík, ið hevur latið jólatræið á Vaglinum. Marta Guðjónsdóttir, býráðslimur úr Reykjavík, helt røðu.

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, helt eisini røðu. 

Stóra løtan var, tá jólamenninir komu við bilum hjá sløkkiliðnum at tendra træið.