Tíðindi - 24. oktober 2024
Jákup N. Nolsøe nýggjur leiðari á stovninum Kirkjugarðar í Tórshavnar kommunu
Jákup er 63 ára gamal og útbúgvin ambulansuviðgeri, maskinist, elektrikari og er eisini útbúgvin innan kreppuleiðslu.
Hann hevur drúgvar og viðkomandi leiðsluroyndir, m.a. sum deildarleiðari fyri Sjúkraflutningstænastuna og Leiðbeining á Landssjúkrahúsinum frá 2003 til 2021 og sum varaleiðari á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum frá 1993 til 2003. Jákup hevur tískil fleiri enn 25 ára royndir innan leiðslu, fíggjarviðurskifti, rakstur og tilbúgving.
Hann vitjaði í gjár á Ráðhúsinum. Á myndini sæst hann saman við Boga Jacobsen, tekniskum stjóra í Tórshavnar kommunu, og Heðini Mortensen, borgarstjóra.
Vit ynskja Jákupi hjartaliga vælkomnan!