Tíðindi - 26. juli 2024

Her er ólavsøkuskráin

Ólavsøka 2024_web_AM
Ólavsøka á tímanum - 360x360 px final
1 / 2

Vælkomin til skrúðgongur, kappróður, framsýningar, spælibásar, middagssang, midnáttarsang, føroyskan dans og mangt annað á ólavsøku. Í dag seta vit hol á ólavsøkuna við árligu Pride-skrúðgonguni, upphiting á kampingøkinum, ólavsøkurenning, kabarett og ferniseringum.

Tú sært alla ólavsøkuskránna í tiltakskalendaranum Tímin, sum bæði finst á føroyskum og enskum. Skráin fæst eisini í prentaðum líki í handlunum og í kunningarstovuni í Steinatúni.

Gev tó gætur, at fleiri broytingar eru gjørdar, síðan skráin varð prentað og borin út í handlarnar. Millum annað er landskappingardysturin hjá Betri kvinnum avlýstur, meðan mong onnur tiltøk eru løgd afturat, so hvørt sum fyriskiparar leggja síni tiltøk út á Tíman.

Vilt tú tryggja tær, at tú sært eina dagførda skrá, er tí skilabest at halda seg til Tíman. Á kunningarsíðu okkara um ólavsøkuna 2024 kanst tú lesa alt um ferðsluna og trygdina á ólavsøku.

Tímin (á føroyskum)

Tímin (á enskum)

Ólavsøka 2024

 

Mynd: Alessio Mesiano