Tíðindi - 26. oktober 2024

Hátíðarmøti hjá Frelsunarherinum

Í gjár var hátíðarmøti í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðani Frelsunarherurin í Føroyum varð settur á stovn.

 

Niðanfyri ber til at lesa røðuna hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:

 

"Góðu tit øll í Frelsunarherinum!

Hjartaliga tillukku við 100 ára degnum og takk fyri, at eg í kvøld kann bera tykkum eina heilsan sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Orðini hjá Jesusi í Mattheus 25 rokni eg við, at tey allarflestu av tykkum munnu kenna – og allarhelst eisini duga uttanat:

            “Eg var svangur, og tit góvu mær at eta;

            eg var tystur, og tit góvu mær at drekka;

            eg var ókunnigur, og tit hýstu mær;

            eg var nakin, og tit klæddu meg;

            eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg;

            eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.” 

Ikki tí at eg veit tað, men hesin tekstur má hava verið ein stórur íblástur hjá hjúnunum, Catherine og William Booth, tá tey tann 2. juli í 1865 fóru í holt við sítt virksemi. Teirra aðalmál var júst at metta, sløkkja tosta, hýsa, klæða, vitja og finna tey, ið livdu á lívsins skuggasíðu og helst sjáldan høvdu tað stóra at gleðast um ella gleða seg til.

 

Virksemið hjá Frelsunarherinum fevnir í dag um 133 lond, og yvir 1,7 milliónir menniskju eru – kunnu vit siga – ‟hernaðarliga virkin” á ymsan hátt. At Booth-hjúnini fóru til verka í Eystur-London, gjørdi óivað eisini sítt til, at virkið hjá Frelsunarherinum hevur verið vent ímóti teimum, onnur helst einki vildu hava við at gera. Hetta vóru serstakliga fátæksligar umstøður, so einki var at siga til, at eitt av slagorðunum hjá William Booth gjørdist tað kenda “suppa, sápa og sálarbót”.

 

Í teirra hugaheimi hugsaði eitt svangt menniskja ikki um Guð, og eitt skitið menniskja komdi sær ikki at fara inn í eina kirkju. Men eitt menniskja, sum hevði fingið sín grundleggjandi tørv nøktaðan, kundi fáa sálarbót. Júst hetta, at røkka menniskjum fyri at bjóða teimum sálarbót og frelsu, var og er høvuðsgrundin undir øllum, ið Frelsunarherurin tekst við. Ella sum William Booth eisini segði: “Kundi eg vunnið eina sál aftrat til Harran við at standa á høvdinum og spæla tambourin við fótunum, so hevði eg lært meg tað.”

 

Fyri 100 árum síðani, tann 23. oktobur í 1924, stóðu so Føroyar fyri tørni, tá ið korpsið hjá Frelsunarherinum í Havn varð sett á stovn. Longu áðrenn tað høvdu Frelsunarher-fólk vitjað her, tá ið tey ferðaðust til og úr Íslandi, og plagdu tey tá eisini at hava møtir. Eftir stovnanina vóru møtini ta fyrstu tíðina í Losjuni, men í 1927 varð hesin bygningurin keyptur, og skjótt var neyðugt at víðka um salin, og fleiri um- og útbyggingar hava verið síðani. Fyri júst 11 árum síðani kundu tit taka hesi stásiligu hølini í brúk, eftir at tit við hepnari hond høvdu endavent øllum húsinum eftir bara 11 mánaðum.

 

Nevnast skal eisini, at suðuri í Vági hevur Frelsunarherurin verið til staðar síðani 1938, tá ið tríggjar vágskvinnur fóru til Havnar at verða vígdar til soldátar. Tær skundaðu sær suðuraftur, so tær í heimbygdini kundu leggja lunnar undir staðbundna arbeiðið við fyrst sunnudagsskúla og seinni regluligum møtum og øðrum virksemi.

 

Ein annar varði í søgu tykkara var á níggju ára degnum hjá Frelsunarherinum í 1933, tá ið hornorkestrið varð vígt og fór undir sítt musikalska virksemi. Í einum vælumtóktum sangi hjá Jóannes Jakobsen, sum vit hoyra hvørt einasta ár í bestu summartíð, verður sungið sera beinrakið:

            “Sig mær, hvat ein ólavsøka er

            uttan bumm-bummi-lumm frá Frelsens Hær.”

Hetta er eisini nakað av tí fyrsta, eg sjálvur minnist til Frelsunarherin, tí tað var rættur høgtíðsdámur yvir Havnini, tá ið hornorkestrið í marsj-takt kom blásandi fyri fullum drøni oman á Vaglið.

 

Eisini minnist eg ungdómsarbeiðið og skótarnar, og fyri meg sum smádrong var kenslan av at vera í býnum óloysiliga knýtt at hjáveruni av Frelsunarherinum. Seinni gjørdist mær greitt, at Frelsunarherurin var annað og meira enn bara hetta, og at talan var um eitt nógv størri og djúpari arbeiði, ið hevði ein heilt ítøkiligan týdning fyri okkara samfelag. 

 

Tað er lætt at fortelja øðrum, hvussu tingini skulu vera ella skulu gerast, men tað nyttar lítið, um gerðirnar peika ein heilt annan veg, og júst her er størsta styrkin í Frelsunarherinum. Tit gera ikki eitt og siga nakað annað, men tvørturímóti er alt tykkara virksemi sjóðað soleiðis saman, at fult samsvar er millum tað, sum tit prædika, og tað sum tit gera. Tey flestu av okkum munnu eisini kenna bæði ein og annan í býnum, sum fekk eitt nýtt og betri lív, tí hann á egnum kroppi kendi, hvussu verulig umsorgan og livandi kristindómur virkar í praksis. Hesum kunnu vit øll læra nógv av, og ikki minst er hetta góður lærdómur fyri okkum politikarar, at býurin verður ikki skaptur av asfalti og betongi eina, men heldur av, at vit hugsa um næsta okkara.

 

Skal eg venda aftur til míni barna- og ungdómsár, so hevur Frelsunarherurin altíð verið har – og er tað sjálvandi enn. Sum dreingir og ungdómar vórðu vit drignir inn á ungdómsmøti og til onnur tiltøk, og enntá minnist eg meg meira enn ta einu ferðina at hava verið lastbili á útferð við Frelsunarherinum. Alt samalt eru hetta minni, ið eru merkt av tí lætta og sorgleysa, tí hjartaliga og sosiala, sum jú fyri ein stóran part er tað, sum Frelsunarherurin stendur fyri.

 

Eg havi nevnt ólavsøkurnar, og ikki slepst undan eisini at nevna Njál McKay Djurhuus, sála, ið var trúgvur gestur og sjálvur ikki kundi ímynda sær at vera útiseti í Norra, men ikki heima á ólavsøku. Hann vitjaði so trúliga aftur á slóðina, og bæði hjá tykkum og øllum okkum øðrum var hann eitt vælsignað fyridømi og íblástur, so hjartaligur og eldhugaður hann var fyri tykkara góðu søk.

Tað, sum tit hava avrikað við Herberginum, hitastovu, Frælsinum og øðrum átøkum, ið skulu gera tað betri og liviligari hjá teimum, ið vit ofta eru alt ov skjót at venda bakið, er fyrimyndarligt.

 

Býráðsins og egna vegna vil eg veita tykkum eina hjartans tøkk fyri tykkara stóra innsats á bæði sosiala og andaliga økinum, og tað er ein æra og gleði at hava samstarvað við tykkum. Enn sum áður vil Tórshavnar kommuna fegin vera ein góður bakkur hjá tykkum, tí okkara royndir eru, at Frelsunarherurin fleirfalt hevur givið okkum aftur tað, sum vit hava stuðlað við. Stóra tøkk eiga tit øll uppiborna fyri tað!

 

Tað verður sagt um hjúnini Catherine og William Booth, at hon var gudfrøðingurin og at hann var fyriskiparin, men at tey arbeiddu fyrimyndarliga væl saman og bæði tvey høvdu orðið í síni makt. Men meðan vit onnur framvegis kjakast um, hvussu nær vit her á landi eru javnstøðu millum menn og kvinnur, hevur Frelsunarherurin langt síðani rokkið tí málinum og er farin víðari. Tit hava alla tíðina havt fulla javnstøðu, tí longu frá fyrstu løtu hava kvinnur og menn havt sama rætt at boða gleðiboðskapin, at røkja leiðandi størv og yvirhøvur at gera sína “hertænastu” her. Ei undur í, at William Booth einaferð tók til, at “nakrir av mínum bestu monnum eru kvinnur”.

 

Takk fyri – og Guðs ríku signing í arbeiði tykkara frameftir!"