Tíðindi - 10. november 2024

Hátíðarhald í nýggju hádeildini hjá Sankta Frans skúla í gjár

Seinnapartin í gjár var samkoma í nýggju hádeildini hjá Sankta Frans skúla. Nógv fólk var komið saman og á skránni vóru røður og eisini framførdu næmingar úr Sankta Frans skúla.

 

Við nýggju hádeildini fevnir skúlatilboðið nú um næmingar úr forskúla til og við 9. flokk, ið hevur verið stórt ynski hjá skúlanum í mong ár. Nýggi bygningurin hevur seks skúlastovur, eina nýmótans alis- og evnafrøðisstovu og eitt samantvinnað bókasavn og felagsøki. Harafturat eru tvey bólkarúm, serrúm til Gigni, Rásina og til bólkaarbeiði. Heiðrikur á Heygum skal listprýða miðhølið í skúlanum við søguni um Guttorm í Múla. Ein mynd er komin niðan í skúlan og ætlanin er, at øll listaverkætlanin er liðug seinni í ár. 

 

Nógv fólk var komið saman til hátíðarhaldið. Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:

“Leingi er tað, ið væl skal vera,” plagar at vera tikið til, tá ið okkurt umsíðir hendir, sum bíðað hevur verið leingi eftir. Tað kunnu vit saktans siga í dag, nú hátíðarhald er fyri nýggju hádeildini hjá Sankta Frans skúla, sum vit eisini hava kent sum Nonnuskúlan.

 

- Tá ið tað so er sagt, kunnu vit eisini staðfesta, at tá ið arbeiðið umsíðir fór í gongd, gekk tað bæði skjótt og væl – líka frá fundar- og tekniborðinum til træ, betong og alt, ið annars skuldi til. Býráðið samtykti í februar í 2022, at skúlatilboðið í Sankta Frans skúla skuldi víðkast, og minni enn eina viku seinni fór skúlaleiðslan saman við kommununi undir fyrireikingarnar. Nýggja hádeildin varð tikin í brúk hálvan august í ár, tá ið 88 næmingar kundu byrja her, og eg hugsi, at allir partar munnu fegnast um ljósu og góðu umstøðurnar í hesi nýggju framhaldsdeildini. Pláss er tó fyri 150 næmingum og millum 12 og 14 starvsfólkum, so møguleikar eru hjá hádeildini at vaksa munandi innanfyri verandi karmar. Nú slepst undan, at næmingar í Sankta Frans skúla skulu leita sær eftir øðrum skúla, tá ið teir eru lidnir við 7. flokk, tí nú bjóðar skúlin eitt fullfíggjað skúlatilboð frá forskúla og heilt til 9. flokk.

 

- Nógvar og góðar hendur skulu til, um tað skal eydnast at gjøgnumføra eina so stóra byggiverkætlan sum hesa. Tað seinasta hálvaannað árið hava minst 150 fólk so ella so verið við í arbeiðinum í styttri og longri tíð, og úrslitið síggja vit nú. Longu fimm mánaðir eftir at fundamentið varð stoypt, kundu krosslímaðu timburelementini setast upp, so umstøðurnar hjá handverkarunum at arbeiða undir taki vóru góðar allan síðsta vetur.

 

- Eitt gott grannalag hevur nógv at siga fyri okkum øll, og tá snýr tað seg sjálvandi bæði um sjálvur at vera ein góður granni og at hava góðar grannar. Í sambandi við um- og útbyggingina á matriklinum gjørdist greitt, at neyðugt var við meira lendi, so pláss ikki bara gjørdist fyri góðum parkeringsplássi, men eisini eini góðari innkoyring til tað. Tórshavnar kommuna gjørdi avtalu um at keypa 372 fermetrar av jørð frá KFUK, og síðani keypti KFUK 92 fermetrar frá kommununi, so meira samanhangandi matriklar kundu fáast burturúr. Avtalan er so eisini tann, at nýggju parkeringsumstøðurnar koma at gagna báðum pørtum, so 21 parkeringspláss eru til skúlan og 13 parkeringspláss til KFUK, harav pláss til fólk við rørslutarni. Nevnd og samskipari í KFUK skulu saman við teirra ráðgeva fáa tøkk fyri at hava verið ein góður kritiskur, konstruktivur viðspælari, so alt eftir umstøðunum er hepnast sum best.

 

Sum sagt varð at byrja við, hevur tað tikið sína tíð at koma so langt, sum vit nú eru komin við triðstørsta skúlanum í býnum. Vónin er sjálvandi, at hádeildin hjá Sankta Frans skúla kemur at hepnast væl, og at skúlin framvegis við skúlalok hins einstaka fer at senda væl vandar og dugnaligar borgarar út í samfelagið. Tit í skúlaleiðsluni hava verið ein ágrýtin og positivur partur av tí arbeiði, sum hevur verið gjørt frá fyrstu løtu, og tit eiga tykkara stóra part av æruni fyri, at tað bæði innan og uttan er hepnast so væl. Eisini vil eg takka øllum tykkum, sum á ymsan hátt hava verið partur av arbeiði og verkætlan, tí uttan øll tykkum, sum hava verið við, høvdu vit ikki verið komin so langt, sum vit nú eru."