Tíðindi - 03. juli 2024

Fjarhitagrevstur á Frælsinum longdur til 22. juli

Fjarhitagrevstur Frælsið 24. juni 2024

Fjarhitaarbeiðið á Frælsinum dregur út, og tí verður vegurin ikki opin fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu fyrr enn mánadagin 22. juli klokkan 6.

Í hesum tíðarskeiðnum koyrir leið 1 ikki eftir Frælsinum, men eftir J. C. Svabos gøtu og Fríðriks Petersens gøtu.