Tíðindi - 17. juli 2024
Ferðsluteljingar á Skálatrøð og Svínaryggi byrja 18. juli 2024
Frá hósdegnum 18. juli 2024 fer kommunan at gera ferðsluteljingar á parkeringsplássunum á Skálatrøð og á Svínaryggi.
Ferðsluteljingin er ikki tíðaravmarkað.
Teljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljingar, har myndirnar verða strikaðar aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.
Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Kommunan skeltar eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at kommunan ger hagtalsteljingar.