Tíðindi - 17. juli 2024

Ferðsluavmarkingar í Jóannesar Paturssonar gøtu frá kl. 18.30 í kvøld

Í sambandi við grevstri fyri kloakk-og regnvatnsleiðing tvørturum Jóannesar Paturssonar gøtu, verður eingin ferðsla niðan eftir Dalavegnum úr Jóannesar Paturssonar gøtu frá mikukvøldinum 17. juli klokkan 18.30 til hósmorgunin 18. juli klokkan 6. 

Vit heita á bilførarar um at vísa varsemi, meðan arbeiðið fer fram. 

Arbeiðið ávirkar ikki bussleiðina, ið koyrir sum vanligt.