Tíðindi - 26. august 2024

Ferðsluavmarkingar í Jóannesar Paturssonar gøtu 28. og 29. august

Mikukvøldið 28. august og hósnáttina 29. august arbeiða vit í Jóannesar Paturssonar gøtu frá Dalavegnum til Torfinsgøtu.

Arbeiðið 28. august hevur við sær, at ferðslan verður tarnað frá klokkan 20 til arbeiðið er liðugt.

Hósnáttina 29. august asfaltera vit, og tí er alt strekkið stongt frá klokkan 23.59 til fríggjarmorgunin 30. august klokkan 6.