Tíðindi - 13. november 2023
Eitt fet nærri hádeildini á Sankta Frans Skúla
Nú er komið eitt fet nærri einari hádeild á Sankta Frans Skúla í Havn.
Fríggjadagin var reisigildið hildið.
Sankta Frans Skúli byrjaði fyri 90 árum síðani.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti í røðu sínari á, at tað leingi hevur verið ynski frá Sankta Frans Skúla, at fáa eina hádeild.
Tí fegnaðist borgarstjórin um, at ynskið nú verður uppfylt.
Ætlandi skal hádeildin verða liðug, tá komandi skúlaár byrjar.