Tíðindi - 08. juli 2024

Býarlundin liðug

Býarlundin í miðbýnum í Havn er nú liðug.

Við býarlundini fáa fólk eitt uttandura øki, har børn og vaksin kunnu njóta løtuna og býin.

Longu nú er býarlundin væl vitjað. Fleiri vitjandi nýta høvið at royna ljóðførini, ið eru sett upp. Eisini eru spæliøki, har børnini fáa roynt seg. So talan er um eina lund, har øll kunnu njóta eina góða løtu.

Býarlundin er fyrsta stig í ætlanini at gera miðbýin grønari og urtagarðskendan.