Tíðindi - 10. november 2024

Borðtennisfelagið Tór 30 ára stovningardag

Í ár eru 30 ár liðin, síðani borðtennisfelagið Tór varð sett á stovn. Tí varð skipað fyri hátíðarhaldi í høllini á Hálsi í gjár, har eisini triðja Grand Prix-umfarið og Masters-kapping var á skránni.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bar í hesum sambandi fram ein heilsan: 

"Flestu føroyingar kenna borðtennis frá kjallarum og heimagjørdum borðum, so hesa ítróttargrein munnu mong hava roynt so ella so, hóast tað kanska ikki hevur verið undir skipaðum formum. Fyrsta borðtennisfelag í landinum kom í 1948, Tvøroyrar Borðtennisfelag, og síðani 1959 hevur verið skipað fyri borðtenniskappingum undir ÍSF fram til henda dag. Tá í tíðini varð borðtennis størsta vetrarítróttargrein her á landi, og fleiri av feløgunum, ið fingust við aðrar greinar, íðkaðu eisini borðtennis. Okkurt árið var undirtøkan so stór, at tað var eitt tvísifrað tal av feløgunum, sum vóru við, og smáar bygdir sum Oyndarfjørður og Nólsoy hava enntá verið millum tær allarstinnastu. Tí er tað er veruliga at gleðast um, at tað aftur gongur tann rætta vegin við undirtøkuni, og nú er so bara at vóna, at fleiri feløg koma aftrat ella vakna til lívs av nýggjum.

 

Tór hevur hesi árini síðani 1994 veruliga havt vind í seglunum, tí hagtølini fortelja um eitt felag, ið veruliga hevur verið ein vinnari við yvir hálvthundrað føroyameistaraheitum. Tit í Tór hava nú 30 ár á baki og skulu vit hyggja frameftir, so er at fegnast um, at tað legst til við spælarum, hóast undanfarin ár hava víst, at undirtøkan kann sveiggja eitt sindur.

 

Hóast bara Tvøroyrar Borðtennisfelag og Tór síggjast til kapping í dag, fostra tit so mikið frægar borðtennisspælarar, at vit í altjóða kapping eisini fáa úrslit, vit kunnu vera errin av. Longu á fyrstu Oyggjaleikunum her í Føroyum í 1989 vunnu Føroyar bronsu í liðkappingini, og síðani eru tvey gullmerki, fimm silvurmerki og tíggju bronsumerki vunnin aftrat. Gullmerkini vunnu Thomas Rasmussen í einmansleiki í Hetlandi í 2005, og Henrietta Nørr og Durita Fríðadóttir Jensen vunnu í tvímansleiki í Gotlandi í 2017.

 

Sum við øllum ítrótti, eru tað sjálvbodna arbeiðið og eldsálirnar, ið dríva verkið í borðtennis, og tað skulu tit øll í Tór hava eina hjartans tøkk fyri. Tað er altíð hættisligt at nevna nøvn, tí tá er skjótt at gloyma onkran, men eg kann ikki lata vera við at nevna Petur Hentze Niclasen. Longu sum 15 ára gamal vanst tú títt fyrsta føroyameistaraheiti sum einstaklingur, og tú eigur metið við ikki færri enn 16 meistaraheitum í einmansleiki. Meira enn nakar annar hevur tú, Petur, verið ímyndin av bæði Tór og føroyskum borðtennis sum heild, samstundis sum tú ert og hevur verið ein fyrimynd fyri øll ítróttarfólk.

 

Tað er ikki nógv, ið sum ítróttur kann ala upp góðar samfelagsborgarar, tí í ítrótti verður tú lærdur at gera títt besta, samstundis sum tú skjótt finnur útav, at einki kemur av ongum. Tí er tað arbeiðið, sum tit gera í Tór, veruliga gull vert og nakað, ið als ikki kann gerast upp í pengum, sum so mangt annað, tí her eru tað onnur og meira menniskjanslig virði, ið viga meira."