Tíðindi - 23. juli 2024

Atkomuviðurskifti fyribils broytt framman fyri svimjihøllina

Mikudagin 24. juli 2024 byrja vit at umvæla túnið framman fyri svimjihøllina í Gundadali. Vit heita í hesum sambandi vitjandi á vinarliga at fylgja bláu linjuni framvið grótgarðinum við parkeringsøkið fyri síðan at ganga beint oman til høvuðsinngongdina.

Rørslutarnaði kunnu brúka tey bæði vestaru parkeringsplássini. Fólk, sum seta rørslutarnaði av, kunnu annars koma inn á arbeiðsøkið til av-og ásetan.