Tíðindi - 02. oktober 2024

25 ára starvsdagur í Barnatannrøktini

Seinnapartin í dag var hugnaløta í Barnatannrøktini, tí Helga Rúnadóttir Øster hevur 25 ára starvsdag.

 

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt í hesum sambandi.

 

"Helga, tú hevur sæð munnin á flestu borgarum í Tórshavnar Kommunu, tí í 25 ár hevur tú røktað tenninar hjá børnum her. Tú arbeiðir her í Tórsgøtu, men hevur eisini arbeitt í Kollafirði og ger tað enn. Tú ert ein av røntgen-ekspertunum hjá tannrøktini og tekur myndir nakrar dagar. Eisini ert tú partur av fyribyrgingarbólkinum, sum leggur undirvísing og bustingar av skúlaflokkum til rættis.  Tú ger nýggjar faldarar, tilfar til sosialu miðlarnar hjá tannlæknastovuni og so nógv annað saman við Helenu, Janni og øðrum.

 

Sum eg skilji á lagnum, eru tenninar hjá børnum blivnar nógv betri, ikki minst takkað verið tykkum. Í dag er púra vanligt, at børn og ung einki hol hava í tonnunum. Hetta var púra óvanligt fyrr. Tað vísir, at tit og starvsfelagar tykkara hava gjørt eitt megnar arbeiði. 

 

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu eri eg errin um, at vit hava eina so góða barnatannrøkt í kommununi. Tað er kanska ikki altíð so stuttligt at fara til tannlækna, men eg veit frá foreldrum, at tit duga væl at greiða frá og taka tykkum av børnunum.

 

Fari at ynskja tær og starvsfeløgum í Barnatannrøktini alt tað besta, og takka fyri tað, sum tú og tit hvønn dag gera fyri børn og ung í Tórshavnar kommunu."