Tíðindi - 27. august 2024

100 ára føðingardagur fyri Turid Reynheim

Í dag var hátíðarhald á Boðanesheiminum, tí Turid Reynheim fyllir 100 ár.

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt fyri Turid.

"Góða Turid.

Tygum hava verið vitni til alla menningina, ið er farin fram í Føroyum hesi 100 árini.

Føroyar eru farnar frá at vera eitt lítið avbyrgt samfelag til eitt nútímans samfelag, har tað er lætt at ferðast innanoyggja, og har tað er ferðasamband út í heim hvønn dag.

--

Tá tygum vórðu borin í heim í 1924 vóru átta ár síðani vegurin millum Sand og Skopun, sum er fyrsti vegur millum bygda í Føroyum, varð tikin í nýtslu.

Nú 100 ár seinni er fast samband av Sandoynni norður til Viðareiðis.

--

Turid Reynheim, er fødd í Búrstovu á Eiði 27. august 1924. Tit vóru 11 systkin, og tygum er einasta, ið er eftir.

--

Tá tygum vóru 16 ár fóru tygum til Vágs at avloysa Haldinu, systir tygara, sum arbeiddi sum arbeiðskona í Vági.

Í Vági spurdu tey Turid, um hon dugdi at elta breyð og gera knettir, jú, tað dugdi Turid.

So bleiv hon spurd, um hon dugdi at stoppa, - jú, tað helt Turid, at hon dugdi. Tá kom frúan í húsunum við einari rúgvu av fínum silkiklæðum at stoppa. Tá, - siga tey fyri mær -, at Turid hugsaði, at hon skuldi havt tagt.

--

Seinni komu tygum til Havnar at seyma hjá tí navnframa skraddar Debes. Tað er hann, sum hevur savnað føroysk bindingarmynstur saman í bøkur.

Skraddar Debes hevði virkið í Havn frá 1924, tað árið, ið Turid var fødd, til 1953.

Og familjan hjá tygum hevur eisini fingið gleði av handverki tygara, tí tygum hava seymað føroysk skjúrt til allar genturnar, og eisini hava tygum seymað fyri fólk.

--

Í Havn hittu tygum havnamannin Mourits Reynheim.

Mourits var sonur Karl hjá lang Harald á Reyni.

Turid og Mourits giftust 16. mai 1948 og fingu fimm børn. Óluvá, Katrin, Annfinn, Magnina og Gunnvá.

--

Eitt langt lív gevur eisini brotasjógvar.

Mourits gjørdist sjúkur bert 43 ára gamal, hann  doyði í november 1984 eftir langa sjúkralegu.  

Og Gunnvá, yngsta dóttrini, gjørdist sjúk av krabba og doyði bert 37 ára gomul í 2003.

Men gott er at hava børn, ommubørn, langommubørn og oldurommubørn sum ríka dagin, Turid.

--

Siga vit Reynheim, so slepst ikki undan at tosa um ítrótt.

Turid hevur fylgt væl við, og hevur altíð hildið við B36.

Tey siga, at tygum Turid altíð lurtaði eftir útvarpinum, tá B36 spældi. Og tá B36 vann, ja, so gjørdi Turid pannukakur.

Men, sum ein hjá Turid sigur, vit fingu eisini pannukøkur, tá teir taptu.

Men eg skilji á lagnum, at seinni eru HB-arar eisini komnir í familjuna, tí versynirnir eru HB-arar og í yngru ættarliðunum eru eisini fleiri HB-arar.

Men HB-arar og B36-arar er heilt sikkurt samdir um, at  pannukøkurnar hjá tygum smakka væl.

--

Granskarar gera nógv fyri at finna útav, hvussu fólk eldast og blíva 100 ár.

Hvør uppskriftin er, tað veit eg ikki, men tygum hava ikki sitið hendur í favn. Tygum hava vaskað fleiri staðni, millum annað í Kommunuskúlanum, og har var nógv at fara um. Seinnu árini arbeiddu tygum á Frímerkjadeildini.

--

Tygum hava verið røsk, og hava klárað tygum væl.

Tá tygum vóru 97 ár, tað er fyri trimum árum síðani, fluttu tygum á Boðanesheimið.

Tá spurdi ein:

-          Turid, hví er tú her, tú er so væl fyri? Tá svaraði Turid skemtandi.

-          Heldur tú, at eg eri for ung.

--

Góða Turid.

100 ár, tað er ein heil øld. Tá hevur ein upplivað eitt sindur av hvørjum, tá ert tú eygnavitni til søguna.

--

Tróndur í Gøtu undrast í sanginum -  í Gøtu ein dag - um ílatogið, ið lá millum Føroyar og Hetland. Tað var ein telefonkaðal.

Í dag liggur ílatogið millum Ísland, Føroyar, Hetland og evropeiska meginlandið. Tað er FarIce kaðalin, sum tryggar okkum telefonsamband og internet, - ja, sum nærum er ein fyritreyt fyri, at samfelagið koyrir í dag.

--

Góða Turid.

Fari at enda við einum ørindi í sálmi hjá Mikkjali á Ryggi:

Góðska tín, Guð er altíð stór

Miskunn tú manst okkum vísa.

Fyri tað árið, sum nú fór,

fegin vit tær prísa.

Fell okkum stundum tung vár leið,

snávaðu vit, tú slepti ei;

fallin tú upp vildi rísa.

Enn einaferð, hjartaliga, hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum, góða Turid, og Harrin signið dagin."