Tíðindi - 06. juni 2024

10 føroyskar verkætlanir fáa stuðul úr Grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn

Árligi fundurin í Grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur verið í Havn hesa vikuna.

Í ár fingu tíggju føroyskir umsøkjarar stuðul úr grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn á 300.000 tilsamans.

Á fundinum í Havn vóru nógv evni á skrá. Tað er eitt ynski frá øllum limunum í Grunninum at økja samstarvið millum teir tríggjar býirnar, serliga millum tey heilt ungu.

Á skránni vóru tí framløgur um møguleikar og avbjóðingar hjá teimum ungu í útnorðri, og hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi teirra millum.

Eisini varð vitjað á skúlanum á Fløtum, á Musikkskúlanum, á Listasavninum, SEV, umframt á øðum áhugaverdum støðum í kommununi.

Tær tíggju umsóknirnar, ið fingu stuðul úr Føroyum, fingu úr 12.000 kr. upp í 50.000 kr í stuðli.

·       Ítróttarfelagið Hvirlan – luttøka í IR Stórmót í Reykjavík

·       World New Music Days – Stuðul til tónaverk av grønlendskum tónasmiði

·       Nordatlantisk AI Netværk – ferðastuðul til vitjan úr Nuuk og Reykjavík

·       TONIK – ferðastuðul til listafólk úr Nuuk og Reykjavík

·       Lesandi á “Sociolinguistic fieldwork” – Luttøka á ráðstevnu í Nuuk

·       The Laboratory of Vulnerability in the North – bókmentaráðstevna í Føroyum

·       Diana J. Hansen – Dance School Exchange Nuuk

·       West Nordic Feminist Network – stuðul til ráðstevnu í Reykjavík

·       Nordic Saxophone Collective – stuðul til Nordic Saxophone Festival í Tórshavn 2025

·       Havnar Svimjifelag – luttøka á HS Open 24 og RIG25 í Reykjavík

 

Í Grunninum eru umboð úr Reykjavík, Nuuk og Tórshavn.

Føroysku umboðini í nevndini Heðin Mortensen, borgarstjóri, Annfinn Brekkstein, býráðslimur og varaborgarstjóri, og Annika Olsen, býráðslimur.

Á myndini eru: Jóan Petur Hentze, Alexandra Briem, Annika Olsen, Annfinn Brekkstein, Uju Petersen, Pernille Ødegaard, Björg Magnúsdóttir, Heðin Mortensen, Einar Þorteinsson, Kjartan Magnússon, Charlotte Ludvigsen og Lone Rosengreen Pedersen.