Lat aftur
Tema
Umhvørvisstuðulin 2022
Umhvørvisstuðulin 2022 Umhvørvisstuðulin 2022
Umhvørvisstuðulin 2022

Hevur tú eitt hugskot til, hvussu vit kunnu tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslu av mati?

Nú kanst tú søkja um umhvørvisstuðul til tína verkætlan. Umsóknarfreistin er 31. mars 2022.

Umhvørvisstuðulin 2022

Hvørt ár letur Tórshavnar kommuna 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið taka sær av okkara náttúru og umhvørvi. Her kanst tú lesa um evnið í ár, sum er matoyðsl, kunna teg um stuðulstreytirnar og leita tær íblástur í undanfarnum verkætlanum.

Umhvørvisstuðulin verður latin í Umhvørvisvikuni, sum í ár verður í viku 18. Bæði einstaklingar, virkir, stovnar og feløg kunnu søkja Tórshavnar kommunu um stuðul.

Í ár er umsóknarfreistin 31. mars 2022.

Soleiðis søkir tú
Hvør kann søkja stuðulin?

Bæði einstaklingar, virkir, stovnar og feløg kunnu søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Treytin fyri at fáa stuðul er, at tú annaðhvørt býrt í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin gagnar umhvørvinum í kommununi.

Dømi um verkætlanir kunnu vera:

  • Skeið
  • Verkstovur
  • Tiltøk
  • Upplýsandi tilfar

Verkætlanirnar, sum koma til viðgerðar, nýtast ikki at vera nýggjar. Tað ber til at søkja um stuðul tvey ella fleiri ár á rað.

Hvussu søki eg?

Tú søkir á Vanganum við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, sum krevst fyri at rita inn á Vanganum, kanst tú bíleggja tær Samleikan á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Søk um umhvørvisstuðul

Tá tú søkir, skalt tú millum annað velja eitt gott og sigandi heiti til tína verkætlan og greiða frá endamálinum við verkætlanini. Vit biðja teg eisini vísa á, hvussu verkætlanin kann gagna umhvørvinum, borgarum og Tórshavnar kommunu. Harumframt skalt tú útgreina, hvussu tú hugsar at leggja arbeiðið til rættis og fremja verkætlanina í verki.

Minst til at lesa reglugerðina fyri stuðul til umhvørvistiltøk áðrenn tú søkir, tí í henni finnur tú treytirnar og fært samstundis eina ábending um, hvussu tú søkir.

Umsóknin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 31. mars 2022.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Reglugerð fyri stuðul til umhvørvistiltøk

Fá ókeypis ráðgeving frá Hugskotinum

Hevur tú eina nýggja verkætlan, kanst tú fáa góða ráðgeving frá Hugskotinum, sum er ráðgevingarstovan fyri íverksetar. Hugskotið bjóðar sær til at ráðgeva teimum, sum ætla sær at gera eina umhvørvisverkætlan og skriva umsókn um stuðul.

Ráðgevingin í Hugskotinum (hugskotid.fo)

Umsóknarfreist

Freistin at søkja umhvørvisstuðul er 31. mars 2022.

Nær fái eg svar?

Tú fært svar í Umhvørvisvikuni, sum í ár er frá 30. apríl til 7. mai. Á temakvøldinum 4. mai verður kunngjørt, hvørji hava fingið umhvørvisstuðul.

Hvørjar eru stuðulsupphæddirnar?

Ein verkætlan kann í mesta lagi fáa helmingin av samlaða umhvørvisstuðlinum. Tað vil siga, at tú í mesta lagi kanst fáa játtað 125.000 krónur til tína verkætlan.

Umhvørvisevni 2022

Matoyðsl

Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við Umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Evnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umsóknir um umhvørvisstuðul skulu halda seg innan valda evnið.

Evnið í ár er matoyðsl. Tøl hjá ST vísa, at ein triðingur av øllum matinum, sum verður framleiddur til menniskjaføði, fer burtur. Hetta svarar til 1.3 mia. tons av mati og er nokk til at breyðføða 3 mia. fólk. Matoyðsl er eisini triðistørsti útleiðarin av CO2-útláti. Hyggja vit nærri at býtinum av CO2, so stavar umleið helvtin av útlátinum frá húsarhaldinum. Tað er eisini nógvur matur, sum fer burtur hjá framleiðarum, tí maturin ikki lýkur tey krøv, ið seljarin setur. Eisini verður nógv vøra burturbeind, tí hon er farin um »heldur sær í minsta lagi til«-dagfestingina, hóast hon er góð. Hetta eru bert nøkur dømi, sum vísa, at matarskipanin hjá okkum ikki er burðardygg.

Umhvørvisvikan 2022 skal økja um tilvitanina um matoyðsl og vísa á, hvat vit sum borgarar, framleiðarar og politikarar kunnu gera fyri at fyribyrgja matoyðsl. Tað er týdningarmikið, at vit øll lyfta hesum í felag.


HEIMSMÁL 12

Evnið í ár vísir til heimsmál 12, ið snýr seg um at tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslu av mati. Í útgreiningini av heimsmáli 12 stendur millum annað, at matoyðsl skal skerjast við 50 prosentum áðrenn ár 2030.

Heimsmálini hjá ST

Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir til at stremba fram ímóti einum burðardyggum samfelagi og heimi; øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á ein burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu arbeiða við at røkka hesum 17 málum innan 2030.

Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.

Heimsmálini fyri burðardyggari menning

Gerðabókin fyri býráðsfundin 28. mars 2019

Verkætlanir og íblástur

Leita tær íblástur í undanfarnum verkætlanum

Kommunan hevur latið umhvørvisstuðul síðan 2004. Verkætlanirnar eru sostatt nógvar í tali, og tær hava eisini verið rættiliga ymiskar: fleiri av kunnandi slag, summar smáar og aðrar stórar.

Niðanfyri hava vit valt nakrar verkætlanir burturúr, sum tú kanst leita tær íblástur frá. Tú kanst eisini leita tær íblástur í yvirlitinum yvir stuðlaðum umhvørvisverkætlanum 2010-2022, sum tú finnur her:

Yvirlit yvir stuðulsjáttanir 2010 - 2022

Lánitrillibørur í Nólsoy

Verkætlanin »Láni-trillibørur í Nólsoy«, sum Vígdis Bjarnadóttir tók stig til, hevði til endamáls at minka um tørvin hjá íbúgvum og ferðafólkum at hava bil við út til Nólsoyar. Um verkætlanina siga stigtakarar millum annað:

Eg tori róliga at siga, at hetta hevur verið ein succes – trillibørurnar eru sera nógv brúktar, fólk eru røsk at seta tær uppá pláss aftur og hava eisini tikið hetta til sín sum ein part av bygdamyndini

Í 2019 fekk kommunan eina umsókn um stuðul at halda fram við trillibøruverkætlanini í Nólsoy. Kommunan játtaði tær 20.000 krónurnar, sum verkætlanin hevði tørv á. Í september 2020 kunngjørdu stigtakarar á Facebook:

Átta nýggjar láni-trillibørur til Nólsoyar - fimm standa úti við ferjuleguna, og tríggjar standa úti við Matvørubúðina. Røsk og kreativ børn og ung í Nólsoy hava málað. Vit eru so sera glað fyri trillibørurnar - tær eru umhvørvisvinarligar, tær larma ikki, tær dálka ikki – og so eru tær barasta so nógv hugnaligari enn bilarnir

Kunngerðirnar og myndirnar finnur tú á Facebook:

Átta nýggjar láni-trillibørur til Nólsoyar

Býarfesti í miðbýnum

Býarfesti var ein verkætlan, sum fekk játtað stuðul í 2016. Endamálið var at skapa eitt alment vakstrarumhvørvi í miðbýnum. 30 plantukassar á 4 fermetrar vórðu latnir familjum, ið sluppu at royna seg sum býarbøndur. Familjurnar veltu grønmeti, frukt og blómur í egnum lítlum býarfesti. Tórshavnar kommuna lat 100.000 krónur til verkætlanina, sum Birgith Lassen tók stig til.

Verkætlanin varð framd í 2017. Síðan hava Lítliskúli, Eysturskúlin og grannalagið í Tórsbyrgi tikið yvir vakstrarkassarnar, sum í dag millum annað verða brúktir í undirvísingarhøpi og til matframleiðslu.

Avroð – felagsmáltíð við stuttfluttum avroðum

»Avroð« var ein verkætlan, sum fekk stuðul í fjør 2020, og sum hevði til endamáls at kunna um burðardygga nýtslu av lokala tilfeinginum og menna eina burðardygga matmentan í Tórshavnar Kommunu. Hugsanin var, at fáa vit borgarar at eta meira avroð, kunnu vit minka um matoyðsl og lívrunnið burturkast, virða og gagnnýta fjølbroytta lokala tilfeingið og stuðla føroysku matframleiðarunum.

Verkætlanin fekk játtað 25.000 krónur í umhvørvisstuðli.

Partur av átakinum var ein langborðsmáltið í oktober 2020, har 50 fólk sluppu at royna fimm ymiskar rættir, sum ein kokkur megnaði at fáa burturúr avroðum og grønmeti, sum vórðu útvegað frá lokalum bóndum. Teir 50 luttakararnir vunnu sær ein sess við langborðið umvegis eina kapping á Facebook, sum stigtakararnir skipaðu fyri.

Átakið skuldi á hendan hátt stimbra ein sunnan ringbúskap í kommununi millum borgara og bónda, har borgarin somuleiðis sýnir meira virðing fyri lokalu rávørunum.

Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen eigur og rekur Matkovan. Tú kanst lesa meira um hugsjónina handan verkætlanina á heimasíðuni hjá Matkovanum. Á alnótini finnur tú eisini eina frásøgn frá tiltakinum.

Avroð á heimasíðuni hjá Matkovanum (verður umsitið av Matkovanum)

Gloypibitar innan úr seyðinum (dagur.fo)

Matframleiðsla í grannaløgum

Í 2018 søkti verkætlanin »Matframleiðsla í grannaløgum« sær stuðul frá kommununi til at byggja eitt vakstrarhús við alivøkstri, soleiðis at fólk í grannalagnum skuldu fáa høvi at vaksa grønmeti inni og fáa fisk frá smáframleiðsluni til matna. Praktiska virksemið skuldi elva til økta vitan um burðardygga matframleiðslu og vitan um, hvussu fólk betur kunnu liva í samljóði við náttúruna við at minka um frástøðuna millum brúkara og framleiðsluna av mati.

Í dag eru 80 fólk partar av verkætlanini, sum Jón Kragesteen tók stig til, og eitt samstarv við Boðanesheimið og Lágargarð er komið í lag. Eisini Búnaðarstovan hevur stuðlað verkætlanini við 214.000 kr.

Á sumri í 2020 fekk kommunan umsókn um at fáa 170.000 krónur í stuðli aftrat frá kommununi. Kommunan valdi at játta peningin, tí hetta er ein royndarverkætlan, sum er tann fyrsta av sínum slag í kommununi, og sum væntandi kemur at hava positivar sosialar og umhvørvisligar vinningar við sær.

Tú kanst finna meira kunning um verkætlanina og síggja vakstrarhúsið í sjónvarpsbroti í KVF, sum tú finnur her:

Drívhúsið í Tórsbyrgi er reist (kvf.fo)

Skúlaurtagarður – verkætlan og undirvísingartilfar

Hendan verkætlanin fekk stuðul í 2018 og snúði seg um at seta á stovn ein skúlaurtagarð og brúka hann í undirvísingini í grunddeildini, miðdeildini og á námX í Eysturskúlanum. Hetta skuldi millum annað læra næmingarnar um lívrunnið burturkast, ið kann nýtast til sankutøð, og hvussu burturkast skal skiljast. Hugsanin var at gera undirvísingartilfar burturúr royndunum, soleiðis at aðrir skúlar eisini kundu fáa gagn av arbeiðinum at seta á stovn ein skúlaurtagarð.

Arbeiðsbólkar byrjaðu í 2018 við at seta teir fyrstu plantukassarnar út í skúlagarðin. Í kassarnar settu tey niður grønmeti, so sum gularøtur, ertrar, kálrabi, pastinakk, kálrót, ymiskar salatir, kál og urtir. Eisini vóru epli sett niður í plantubedini í skúlagarðinum og í plantukassarnar.

Á vári 2019 varð ein urtagarðsvika hildin við næmingunum. Her settu næmingar fleiri plantukassar upp, gjørdu veltur, víðkaðu rabarbugarðurin og settu niður runnar og pílatrø. Eisini kom nýggj mold og sandur til at planta í. Til urtagarðsvikuna fingu næmingarnir eisini frálæru um mold og um at seta niður fræ og grønmeti. Stigtakararnir keyptu sær eisini urtagarðsamboð, soleiðis at nógvir næmingar fingu arbeitt í urtagarðinum í senn.

Í dag eru plantukassarnir 19 í tali, sum flokkarnir í miðdeildini planta grønmeti, urtir og salatir í. Vestan fyri skúlan eru tvær veltir og 8 plantukassar til grunddeildina. Næsta stigið verður at:

  • Planta trø rundan um fríøkið vestan fyri Eysturskúlan
  • Byggja og seta upp kompostkassar og gera eina kompostskipan, ið framleiðir nýggja fríska mold hvørt ár
  • Keypa og seta upp vakstrarhús
  • Gera frálærutilfar, soleiðis at øll kunnu fáa gleði av skúlaurtagarðinum

Vónin er, at í minsta lagi trý av hesum punktunum verða framd í 2021 umframt at økja um skúlaurtagarðin og skipa hann betur.

Um umhvørvisstuðulin
Hví umhvørvisstuðul?

Umhvørvisstuðulin varð samtyktur í 2004 og hevur til endamáls at stuðla verkætlanum, ið taka støði í umsorgan fyri náttúru og umhvørvi. Játtanin er sostatt ein stuðul til verkætlanir, sum til dømis:

  • Menna vitanina um umhvørvi okkara
  • Virka dálkingarfyribyrgjandi- ella avmarkandi
  • Virka orku – og tilfeingissparandi
  • Kunna almenningin um umhvørvisviðurskifti
  • Verja landsløg, djóra- ella plantusløg
Hvør velur evnini?

Tað er Náttúru- og umhvørvisnevndin, sum velur evnini á hvørjum ári.

Nær og hvar verður stuðulin latin?

Stuðulin verður latin í Umhvørvisvikuni á evniskvøldinum. Evniskvøldið verður vanliga hildið í Reinsarínum við livandi tónleiki og fyrilestrum innan evnini. Tá verður umhvørvisstuðulin latin umframt Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu og Grøna gávan frá Etika.

Hvør velur, hvørjar verkætlanir fáa játtað stuðul?

Umhvørvisdeildin bjóðar útvaldum umsøkjarum inn at greiða kommununi frá verkætlanum sínum, og Náttúru- og umhvørvisnevndin tekur síðan endaliga støðu til, hvørjar umsóknir verða gingnar á møti.

Bakgrundskunning

Reglugerð fyri stuðul

Í reglugerðini fyri stuðul til umhvørvistiltøk finnur tú treytirnar fyri stuðul og fært samstundis eina ábending um, hvussu tú søkir

Reglugerð fyri stuðul til umhvørvistiltøk


Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, skulu vit millum annað økja um umvæling, endurnýtslu og endurframleiðslu, og vit skulu skerja plastnýtsluna og nýtsluna av evnafrøðiligum evnindum. Vit skulu eisini økja um sínámillum býtisnýtsluna, t.d. av amboðum, klæðum, bilum, súkklum og elektriskari útgerð. Tú finnur umhvørvispolitikkin her:

Grøna leiðin - umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu

Stuðulsyvirlit

Tú finnur eitt yvirlit yvir stuðulsjáttanirnar 2010-2022 her:

Yvirlit yvir stuðulsjáttanir 2010-2022


Heimsmálini hjá ST

Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.

Heimsmálini fyri burðardyggari menning

Gerðabókin fyri býráðsfundin 28. mars 2019

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15