Hevur tú eitt hugskot til, hvussu vit kunnu liva grønt? So kanst tú nú søkja Tórshavnar kommunu um umhvørvisstuðul.
Umsóknarfreistin er 31. mars 2025.
Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Evnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning.
Umsóknir um umhvørvisstuðul skulu sum meginregla halda seg innan valda evnið. Tó kunnu aðrar viðkomandi verkætlanir eisini fáa stuðul, sum liggja innan fyri endamálsorðingina fyri stuðul til umhvørvistiltøk.
Umhvørvisevnið í 2025 er grønur lívsháttur. Hvørji val taka vit í okkara gerandisdegi? Á umhvørvisvikuni fara vit at seta fokus á góðar, umhvørvisligar og burðardyggar vanar, og sum kommuna vilja vit stuðla undir møguleikanum hjá borgarum at hava ein grønan lívshátt. Hetta evni leggur seg upp at heimsmálunum nummar 3, 11 og 12.
Góð heilsa og vælferð skal tryggja øllum eitt heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldrum.
Burðardyggir býir og bygdir snýr seg millum annað um at gera býir og búsetingar inkluderandi, trygg, dygg og burðardygg.
Heimsmál 12 snýr seg um at tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslumynstur.
Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir at stremba eftir einum burðardyggum samfelagi og heimi. Øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu gera sítt fyri at røkka hesum 17 málum innan 2030.
Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.
Kommunan hevur latið umhvørvisstuðul síðan 2004. Undanfarnu verkætlanirnar eru sostatt nógvar í tali, og tær hava eisini verið rættiliga ymiskar: fleiri av kunnandi slag, summar smáar og aðrar stórar.
Niðanfyri hava vit valt nakrar verkætlanir burturúr, sum tú kanst leita tær íblástur úr. Tú kanst eisini finna fleiri verkætlanir og lýsingar í yvirlitinum yvir stuðlaðar umhvørvisverkætlanir 2010-2024, sum tú sært her:
Í reglugerðini fyri stuðul til umhvørvistiltøk finnur tú treytirnar fyri stuðul og fært samstundis eina ábending um, hvussu tú søkir
Reglugerð fyri stuðul til umhvørvistiltøk
Sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu kunnu vit minka um alheimsútlátið av vakstrarhúsgassi og samstundis styrkja føroyska búskapin við at gera íløgur í skipanir, sum gera Føroyar meiri sjálvberandi við til dømis varandi orku, og sum gera tað møguligt at gagnnýta alt tað tilfeingi, sum er í Føroyum. Umhvørvispolitikkin sært tú her:
Tú finnur eitt yvirlit yvir stuðulsjáttanirnar 2010-2023 her:
Yvirlit yvir stuðulsjáttanir 2010-2024
Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.
Mánadag - hósdag | 9 - 16 |
Fríggjadag | 9 - 15 |