Flutningur
Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við Umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Evnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning.
Umsóknir um umhvørvisstuðul skulu sum meginregla halda seg innan valda evnið. Fær kommunan ikki nóg nógvar umsóknir inn, ið halda seg innan valda evnið, loyvir kommunan sær at lata øðrum viðkomandi verkætlanum stuðul.
Umhvørvisevnið í 2023 er »flutningur«. Fólkaflutningur og flutningur av mati, vørum og tilfari fyllir nógv í okkara samfelag. Flutningur bæði kostar og dálkar. Tað er tí umráðandi, at vit framhaldandi finna mátar at bøta um, stytta um, umskipa ella endurhugsa flutningin og minka um okkara útlát og útreiðslur.
Á Umhvørvisvikuni 2023 fáa vit høvi at endurhugsa tað, vit vita og halda um flutning og umhvørvi.
Heimsmál 12
Flutningur er óloysiligur partur av nýtslu- og framleiðslumynstrinum í okkara samfelag. Evnið »flutningur« vísir sostatt aftur til heimsmál 12, ið snýr seg um at tryggja burðardygg nýtslu- og framleiðslumynstur.
Heimsmál 11
Ellinta heimsmál snýr seg um burðardyggar býir og bygdir. Eitt undirmál undir hesum yvirskipaða heimsmáli snýr seg júst um almennar flutningsskipanir, ið mugu gerast tryggar, rímiliga príssettar, atkomuligar og burðardyggar.
Heimsmál 3
Flutningur í breiðum høpi kann harumframt skiljast sum tann flutningsmøguleiki, vit menniskju sjálvi nýta. Triðja heimsmál snýr seg um góða heilsu og vælferð. Í einum burðardyggum infrakervi verður ofta eggjað til, at ein velur súkkluna, felagsflutning og beinini framum bilin. Góð heilsa er av tí sama bæði ein stremban og ein natúrlig fylgja av, at menniskju raðfesta burðardyggu møguleikarnir, tá tey ynskja at røra seg í býnum.
Heimsmálini hjá ST
Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir at stremba eftir einum burðardyggum samfelagi og heimi. Øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu gera sítt fyri at røkka hesum 17 málum innan 2030.
Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.
Heimsmálini fyri burðardyggari menning
Gerðabókin fyri býráðsfundin 28. mars 2019