Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Evnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning.
Umhvørvisevnið í ár er »Vatn«. Vatn hevur verið nógv frammi í seinastuni, bæði drekkivatnið, svimjivatnið í áum, ósum og á sjónum og ikki minst spillivatnið. Endamálið við umhvørvisvikuni er at vísa á stóra týdningin, vatn hevur fyri menniskju og náttúruna, og hvussu hesi eru tengd at hvørjum øðrum: Vistskipanirnar eru tengdar at vatni, náttúran er tengd at vistskipanum og menniskjan er tengd at náttúruni.
Heimsmál 6 snýr seg um at tryggja okkum øllum, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt. Sostatt mugu vit betra um vatngóðskuna við at minka um dálking, steðga dumping av burturkasti og minka sum mest um útlátið av vandamiklum kemiskum evnum og tilfari. Nøgdirnar av óviðgjørdum spillivatni skulu skerjast, og endurframleiðsla og endurnýtsla verður økt um allan heim.
Harumframt mugu vit verja og endurskapa vistskipanir, tengdar at vatni, sum fevna um fjøll, skóg, mýrilendi, áir, grundvatnsgoymslur og vøtn.
Fjúrtanda heimsmál snýr seg um at varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.
Á býráðsfundi 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir til at stremba fram ímóti einum burðardyggum samfelag og heimi; øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á ein burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu arbeiða við at røkka teimum 17 málunum innan 2030.
Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.
Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu skal vísa okkum øllum á ta grønu leiðina og er sostatt eitt stýriamboð, ið skal hjálpa okkum øllum við at fyribyrgja útlát, burturkast og dálking. Grundleggjandi fyri umhvørvispolitikkin er visjónin um, at komandi ættarlið skulu hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna sum undanfarin ættarlið.
Umhvørvispolitikkurin varð kunngjørdur í 2016. Politikkurin verður eftirmettur annaðhvørt ár og verður endurskoðaður sættahvørt ár.
Tað er sera umráðandi, at tú fylgir leiðreglunum, tá tú setir niður runnar ella plantar trø. Markið móti grannum og øðrum skal altíð virðast. Tú mást millum annað hava fyrilit fyri víddini á fullvaksna runninum. Tað vil siga, at tú skalt seta runnarnar niður 40 cm inni á tínum egna stykki.
Ætlar tú at planta trø, er tað umráðandi, at tú ikki kemur ov nær markinum hjá tínum granna. Ongar neyvar ásetingar eru um, hvussu høg einstøk trø kunnu vera í urtagørðum. Her er tí neyðugt at fylgja góðum grannasiði. Tú kanst lesa meira um okkara tilmæli í faldaranum um planting av trøum og runnum.
Mánadag - hósdag | 9 - 16 |
Fríggjadag | 9 - 15 |