Umhvørvisvikan verður 1. - 8. mai. Evnið í ár er skiljing og endurnýtsla av burturkasti.
Á hesari síðuni kanst tú lesa um alt tað, vit hava á skrá, og tú kanst kunna teg um nýggju átøkini, sum kommunan setur í verk í sambandi við Umhvørvisvikuna.
Hvussu verða vit tilvitað um okkara nýtslu? Hvat er ein null-skrell lívsstílur? Hvat kunnu vit brúka fiskaavroð til? Kunnu vit minka um burturkast við sankutøðum? Og hvussu kunnu vit skilja heima við hús?
Tórshavnar kommuna leggur við Umhvørvisvikuni serligan dent á umhvørvið í eina viku. Hvørt ár verður eitt ávíst evni tikið upp, og undanfarin ár hava evnir sum eitt nú matoyðsl, klædnaendurnýtsla og plastdálking verið á breddanum.
Á Umhvørvisvikuni í ár seta vit sjóneykuna á fyribyrging, endurnýtslu og endurvinning av burturkasti. Vit varpa ljós á avbjóðingar, sum standast av burturkasti, og hvussu vit í felag kunnu loysa hesar avbjóðingar.
Tí vit skulu gerast betri til at minka um okkara burturkast við at brúka minni tilfeingi og endurnýta tað, vit hava. Eisini er umráðandi, at vit skilja burturkastið og harvið økja um endurvinningina.
Tórshavnar kommuna ynskir saman við borgarum og vinnu at menna burturkastøkið, og tí hevur kommunan millum annað valt at víðka um endurnýtsluvirksemið, gjørt eina nýggja skiljiskipan og nágreiniligar vegleiðingar til borgarar.
Evnið í ár tekur tráðin upp frá heimsmáli 12, ið snýr seg um at avmarka nýtsluna av ráevnum og vandamiklum evnum og at avmarka spill og dálking.
Í útgreiningini av heimsmáli 12 stendur millum annað at lesa, at øll okkara framleiðsla av burturkasti skal skerjast munandi áðrenn 2030. Hetta skulu vit gera við fyribyrging, skerjingum, endurframleiðslu og endurnýtslu.
Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir til at stremba fram ímóti einum burðardyggum samfelagi og heimi; øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á ein burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu arbeiða við at røkka hesum 17 málum innan 2030.
Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.
Borgarar í Tórshavnar kommunu fáa í næstum skiljivegleiðing og klistrimerki við postinum, tí tað skal vera lættari at skilja burturkast heima við hús og at beina rætt burtur á Endurnýtsluni.
Sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, skulu vit millum annað økja um umvæling, endurnýtslu og endurframleiðslu, og vit skulu skerja plastnýtsluna og nýtsluna av evnafrøðiligum evnindum. Vit skulu eisini økja um sínámillum býtisnýtsluna, t.d. av amboðum, klæðum, bilum, súkklum og elektriskari útgerð. Tú finnur umhvørvispolitikkin her:
Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.
Mánadag - hósdag | 9 - 16 |
Fríggjadag | 9 - 15 |