Lat aftur
Tema
Ósvart – orkuráðstevna fyri øll
Orkuráðstevnan Ósvart Orkuráðstevnan Ósvart
Orkuráðstevnan Ósvart

Kom við á orkuráðstevnuna »Ósvart« 3. og 4. november í Norðurlandahúsinum og fá tær nyttuga vitan til tíni egnu orkuval.

Vit fara eisini at hoyra nýggj boð uppá, hvussu vit skipa samfelagið so grønt, so ósvart, sum gjørligt.

Ósvart – orkuráðstevna fyri øll

Hvussu hita vit okkara egnu hús best? Og hvussu gera vit grønar hitaloysnir, sum eru best fyri býlingin, bygdina og framtíðina? Kom við á orkuráðstevnuna Ósvart í Norðurlandahúsinum 3. og 4. november og fá nyttuga vitan til tíni egnu orkuval og hoyr nýggj boð uppá, hvussu vit skipa samfelagið so grønt, so ósvart, sum gjørligt.

Kommunan er í ferð við at gera eitt hita-atlas, har tú sært, hvat slag av upphiting hóskar til ymsu støðini og býlingarnar í Tórshavnar kommunu. Fyrsta stigið av hesum atlasinum verður lagt fram á Ósvart-ráðstevnuni hósdagin 3. november.

Harumframt verða framløgur um ymsar hitaloysnir og um orkusparingar, orkuframleiðslu og orkuplanlegging. Skúlabørn í kommununi eru boðin til eitt orkushow hóskvøldið 3. november, og hetta tiltakið verður eisini fyri almenninginum. Gev tó gætur, at plássini til orkushowið eru avmarkað.

Ráðstevnan byrjar hósmorgunin 3. november og endar seinnapartin fríggjadagin 4. november.

Skrá og stroymingar

Niðanfyri sært tú, hvat er á skránni 3. og 4. november. Her sært tú eisini stroymingar frá teimum ymisku framløgunum.

Gev gætur, at avmarkað pláss er til orkushowið hóskvøldið 3. november. Tú kanst melda til orkushowið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum:

Melda til Orkushow (nlh.fo)

Vilt tú taka skránna niður sum pdf, kanst tú gera tað her:

Skrá fyri Ósvart 3.-4. november 2022 

Hósdagin 3. november
09:00 Vælkomin | Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tórshavnar kommuna

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, bjóðar vælkomin.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

09:15 Ósvart - grønast í 2030 | Bjørg Dam, býráðslimur og forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini

Bjørg Dam fer at greiða frá um tankarnar aftan fyri Ósvart, og um hvat kommunan fegin vil útrætta innan grøna orkunýtslu og upphiting.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

09:30 Hitaatlas fyri Tórshavnar kommunu | Pætur Jakobsen, stjóri í SMJ

Í 2021 varð Pætur Jakobsen kosin »ársins ungi verkfrøðingur« av Foreningen for Rådgivende Ingeniører. Sama ár byrjaði hann sum stjóri í SMJ. Pætur leggur fram arbeiðið við hitaatlasinum, sum SMJ ger fyri Tórshavnar kommunu. Atlasið er eitt boð uppá, hvørjir upphitingarhættir hóska best til hvønn býling sær.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

09:50 Royndir frá »Varmeplan Danmark 2021« - hvørjar loysnir kunnu nýtast í Føroyum? | Steffen Nielsen, p.hd, lektari í orkuplanlegging, Aalborg universitet

Steffen Nielsen er lektari í orkuplanlegging og arbeiðir mest við landafrøðiligari kortlegging og greiningum av orkuskipanum. Hann hevur meir enn 10 ár av royndum við strategiskari menning av hitaætlanum í donskum og altjóða granskingarverkætlanum.

Steffen tekur støði í »Varmeplan 21«, sum er hitaætlanin fyri Danmark, og hyggur at, hvørji tilmæli kunnu nýtast í Føroyum.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

10:20 Kaffisteðgur
10:50 Orkupolitikkur Føroya | Helgi Abrahamsen, tingbólkaformaður fyri Sambandsflokkin

Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum var landsstýrismaður í umhvørvismálum frá 2019 til 2021 og hevði millum annað ábyrgd av at gera uppskot til umhvørvis- og orkupolitikk til løgtingið. Helgi greiðir frá tí, sum landið arbeiðir út frá innan orku og umhvørvisvernd.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

11:10 Hvussu verður føroysk elorka grøn í 2030? | Helma Maria Tróndheim, p.hd, SEV

Helma Maria Tróndheim starvast hjá SEV, har hon eisini var í granskingarstarvi, tá hon skrivaði ph.d.-ritgerð sína um, hvussu vit í Føroyum kunnu tryggja eina støðuga elveiting, hóast stórur partur av orkukeldunum er óstøðug orka. Hon arbeiðir framvegis við hesum evni og fer at greiða frá um hetta.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

11:35 Orkusparandi býarskipan | Birita Wardum, býararkitektur, Tórshavnar kommuna

Birita hevur verið býararkitektur síðan 2015. Hon fer at halda framløgu um býarplanlegging í orku- og umhvørvishøpi.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

11:55 Døgurðasteðgur
13:00 Grønur og og veitingartryggur fjarhiti til býarbústaðir | Jesper Koch, greiningarstjóri, Dansk Fjernvarme

Jesper Koch er greiningarstjóri í Dansk Fjernvarme og er eisini leiðari fyri »tænketanken« Grøn Energi. Hann er áhugaður í fjølbroytni í hitakeldum til fjarhita og fer millum annað at greiða frá avbjóðingini, danir í løtuni hava við at veita húsarhaldunum grønan og veitingartryggan fjarhita.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

13:30 Fjarhitin og framtíðin | Hans Christian Dam, Fjarhitafelagið

Hans Christian Dam hevur verið stjóri í Fjarhitafelagnum síðan 2004. Hann fer at greiða frá menningini, sum felagið er í, og ætlanini frameftir.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

13:50 Orðaskifti um orkuætlanir

STROYMING:

14:35 Steðgur
18:00 Orkushow fyri familjur

Ráðstevnan Ósvart hevur boðið skúlaflokkum til eina lívliga útgávu av tímanum »Hvat er orka?« - og hevur gjørt av at gera eina almenna sýning av hesum orkushowinum. Talan er um eitt orkushow fyri børn (sum tola eitt buldur og ein eldsloga ella tveir) og tolnu foreldur teirra.

Tað eru Einar Martin Jacobsen og Bergur Rasmussen, báðir lærarar í alisfrøði, sum eru hugskotsmakarar og bulurin í tiltakinum, og teir gera sær stóran ómak at taka áskoðaran við, lata børn og vaksin sleppa at uppliva orku í nógvum ymsum skapum, og ja, summi av teimum bresta! Tiltakið er ókeypis, men plássið er avmarkað.

Teknið tykkum til tiltakið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum:

Melda til Orkushow (nlh.fo)

STAÐ: Norðurlandahúsið, Skálin

19:00 Vælkomin til ósvart kvøld | Bjørg Dam, býráðslimur og forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini

Bjørg Dam, býráðslimur og forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, bjóðar vælkomin til Ósvart kvøld.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

19:10 Hitaatlas fyri Tórshavnar kommunu - býling fyri býling | Súsanna Poulsen, SMJ

Súsanna Poulsen er útbúgvin verkfrøðingur í evnafrøði og biotøkni. Síðan hon byrjaði at starvast hjá SMJ, hevur hon verið partur av fleiri orkuverkætlanum og hevur eisini arbeitt við burðardygd og CO2-roknskapum í ymiskum verkætlanum. Hon fer at leggja fram hitaatlasið, sum SMJ ger fyri Tórshavnar kommunu.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

19:35 Tað, tú eigur at vita um hitapumpur - dygdir og avmarkingar | Petur Egholm, maskinmeistari og køliserfrøðingur

Petur Egholm hevur drúgvar royndir við køling. Seinastu 20 árini hevur hann arbeitt á landi við øllum køliskipanum og hevur nomið sær skeið og undirvísingarroyndir innan køling. Hóskvøldið greiðir hann frá, hvussu hitapumpur virka og vísir á dygdir og avbjóðingar.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

20:00 Hvussu sparir tú orku í tínum húsum? | Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri, Tórshavnar kommuna

Bogi Jacobsen er sivilverkfrøðingur og hevur starvast sum tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu síðan 2020. Hann kom úr einum starvi sum tekniskur leiðari hjá Bústøðum. Bogi fer at greiða frá ymsum hættum at spara orku í húsum, bæði tá talan er um gerandisnýtslu og um bygging og umbygging.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

20:35 Liðugt
Fríggjadagin 4. november
09:00 Framleiðsla av grønum brennievni | Bogi Bech Jensen, professari og stjóri fyri talgilding og tøkni í orkufyritøkuni Ørsted

Bogi Bech Jensen er professari í orkuverkfrøði og leiðir deildina fyri bioorku hjá donsku orkufyritøkuni Ørsted. Hann fer at greiða frá arbeiðinum hjá fyritøkuni við framleiðslu av grønum brennievni.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

09:20 Føroysk orkuframleiðsla eftir 2030 | Terji Nielsen, menningarstjóri hjá SEV

Terji Nielsen er elverkfrøðingur og hevur eina MBA innan varandi orku. Hann arbeiðir við málinum hjá SEV um, at øll elorkan hjá felagnum í 2030 skal stava frá varandi orkukeldum. Á Ósvart fer hann eitt fet víðari og hugleiðir um, hvussu orkutørvurin kann nøktast eftir 2030.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

09:40 Skulu vit framleiða hydrogen í Føroyum? | Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni

Kári Mortensen er evnafrøðingur og hevur síðan 2016 leitt orkudeildina hjá Umhvørvisstovuni. Áðrenn tað arbeiddi hann innan sama øki á Jarðfeingi við at seta gongd á orkuskiftið til varandi orku. Kári fer at greiða frá møguleikunum at framleiða hydrogen úr yvirskotsorkuni frá eitt nú vindmyllum, sum kann nýtast til brennievni.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

10:10 Samanumtøka: Brennievni og orkuframleiðsla

STROYMING:

10:30 Kaffisteðgur
10:45 Grundvatn sum orkukelda - heita vatnið í Kollafirði | Rannvá M. Arge, jarðfrøðingur, Tórshavnar kommuna og Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur, Jarðfeingi

Rannvá M. Arge starvast á Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu. Hon er útbúgvin jarð- og jarðalisfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan oljuboring offshore. Saman við Óluvu Eidesgaard frá Jarðfeingi fer hon at leggja fram verkætlanina um gagnnýtslu av heitu kelduni í Kollafirði.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

11:05 Smá vatnorkuverk | Ólavur Poulsen, VatnOrka

Ólavur Poulsen er áhugaður í orku og umhvørvi og hevur útbúgving í framleiðslu og góðskustýring. Seinastu 11 árini hevur hann fingið sær servitan í mikro-vatnorku og umboðar nú italsku IREM-vatnmyllurnar. Hann leggur fram um møguleikarnar at gera smá vatnorkuverk til at hita hús við.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

11:25 Sjóhiti - væl vald tøkni til felagsskap | Petur Egholm, maskinmeistari og køliserfrøðingur

Petur Egholm hevur drúgvar royndir við køling. Seinastu 20 árini hevur hann arbeitt á landi við øllum køliskipanum og hevur nomið sær skeið og undirvísingarroyndir innan køling. Fríggjadagin greiðir hann frá sjóhita, serliga um møguleikarnar fyri felagsloysnum við sjóhita.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

11:45 Grannahiti - felags jarðhitaskipan í grannalagnum | Vilhjálmur Nielsen, p.hd., granskari á Danmarks Tekniske Universitet

Vilhjálmur Nielsen er orkuplanleggjari og hevur 20 ár av royndum við verkætlanum, sum fáast við ymsar tættir innan burðardyggar orkuskipanir. Við støði í jarðhitanum tekur Vilhjálmur upp avbjóðingina at lýsa evnið »felags hitaskipanir« – tað vil siga nærhitaskipanir, sum fleiri hús eru saman um.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

12:15 Samanumtøka: Nærhitaloysnir

STROYMING:

12:30 Døgurði
13:00 Oljuupphiting fæst burtur við byggikunngerð | Ragnar K. Mouritsen, sivilverkfrøðingur, RAM Sp/f

Ragnar K. Mouritsen hevur framløgu um orkusparingar og byggikunngerðina BK17. Við at nýta orkukarmin í BK17 kunnu vit koma burtur frá at upphita bygningar við olju. Ragnar er sivilverkfrøðingur og hevur egna ráðgevingarfyritøku.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

13:20 Innbygda koltvíiltan í byggitilfari | Vilhjálmur Jakobsen, verkfrøðingur, Tórshavnar kommuna

Vilhjálmur Jakobsen er MSc í burðardyggari býarmenning og starvast sum ráðgevi í Tórshavnar kommunu. Hann er strategiskur planleggingarverkfrøðingur við servitan innan burðardygga bygging og ringbúskap. Hann fer at varpa ljós á innbygdu koltvíiltina í byggitilfari og tískil neyðugleikan av heildarhugsan í strembanini eftir burðardyggum loysnum.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

13:40 Eitt boð uppá grønastu húsaloysnina | Magnus Thomsen, entreprenørur

Magnus Thomsen er orkuáhugaður entreprenørur í byggivinnuni við serligum áhuga fyri hvussu vit kunnu minka um hitatørvin, sleppa undan fukttrupulleikum og velja bestu hitakeldurnar fyri at fáa ein orkuvinarligan og komfortablan bygning. Magnus hevur framløgu um sínar royndir við hesum.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

14:00 Minni hús, nóg rúmsátt | Eyðun Eliasen, arkitektur

Eyðun Eliasen er stjóri í arkitektafyritøkuni EYA og er altíð til reiðar at taka upp spurningin: hvussu nógv pláss er nóg nógv? Hann fer at halda framløgu um, hvussu vit kunnu skipa og tekna bústaðir, har nóg rúmsátt er til eitt gott lív – við avmarkaðum, men nøktandi vavi.

Stað: Norðurlandahúsið, Stórisalur

STROYMING:

14:20 Samanumtøka: bygging og orkusparingar

STROYMING:

14:35 Liðugt
ORKUPRÁT
ORKUPRÁT

Bílegg óheft prát um tín orkutørv

Bilegg tær eitt prát um tykkara bústað á orkuráðstevnuni Ósvart. Óheft serkøn eru tøk á ráðstevnuni at tosa við teg um júst tykkara orkutørv.

Á orkuráðstevnuni ber til at fáa eitt prát við umboð frá Umhvørvisstovuni, Tórshavnar kommunu og ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuni Martin E. Leo. Tað eru Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, Ingi Justinussen, verkfrøðingur hjá Martin E. Leo og Kári Mortensen, deildarleiðari hjá Orku á Umhvørvisstovuni, sum fara at geva fólki góð ráð um teirra orkustøðu á Ósvart.

Óhefta og ókeypis ráðgevingin er sjálvandi ikki bindandi, men vegleiðandi og vónandi stuðlandi, tá ein ætlar sær undir eitt orkuskifti ella umbygging.

Umleið eitt korter er sett av til hvørt prátið.

Bílegg tær tíð við at senda boð á facebooksíðuni hjá ráðstevnuni. Tíðir eru tøkar millum kl. 12 og 16 hósdagin 3. november og millum kl. 10 og 14 fríggjadagin 4. november. Viðmerk, nær tú helst vil sleppa framat. Facebooksíðuna hjá Ósvart finnur tú her:

Ósvart á Facebook

Beinleiðis stroyming úr Norðurlandahúsinum

Allir fyrilestrar og tiltøk á orkuráðstevnuni verða stroymd beinleiðis, soleiðis at øll kunnu fylgja við. Fylg við niðanfyri, tá vit byrja at stroyma beinleiðis úr Norðurlandahúsinum frá kl. 9 hósmorgunin 3. november.

Ósvart fríggjadag 4. november

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15