Fet á grønu leiðini
Bokashiskipanin og royndirnar við moldvirkjum eru partur av átakinum »Lívrunnið burturkast, rávøra og náttúra« hjá Tórshavnar kommunu. Átakið varpar ljós á nærframleiðslu, og hvussu nøgdirnar av burturkasti í Tórshavnar kommunu kunnu minkast. Talan er um átøk, sum hava heimsmálini hjá ST í huga.
Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardygga menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum, Grøna leiðin, hjá Tórshavnar kommunu.
Heimsmálini eru 17 í tali, og tey hava til endamáls, at allar heimsins tjóðir stremba ímóti einum burðardyggum samfelagi og heimi. Øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á ein burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu arbeiða við at røkka hesum 17 málum í 2030.
Hvørt fet á leiðini telur – eisini tey smærri fetini. Eru vit nógv sum taka smá fet á røttu leiðini, so gera vit mun. Bokashiskipanin er ein burðardygg og umhvørvisvinarlig loysn, sum nógvir borgarar lættliga kunnu gagnnýta, og sum millum annað er í samljóði við heimsmálini 12, 13 og 15:
Heimsmál 12 hevur til endamáls at tryggja, at okkara nýtslu- og framleiðslumynstur eru burðardygg. Við Bokashiskipanini minka og endurnýta vit burturkastið, sum verður til góð sankutøð og føðsluríka mold.
Heimsmál 13 snýr seg um at seta í verk átøk, ið skulu basa veðurlagsbroytingum. Við bokashiskipanini minka vit um tað burturkastið, sum vit annars høvdu brent, og vit framleiða sankutøð, sum bindir CO2 í jørðina. Harvið minka vit um okkara útlát.
Heimsmál 15 áleggur okkum at verja, endurbøta og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum, á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan, steðga og venda landtýningum og lívmargfeldismissi.
Tá vit framleiða sankutøð burturúr burturkasti, eru vit við til at gera føðsluríka mold, og við lívrunna tilfarinum eru vit við til at betra um lívskorini hjá reyðmaðkinum, sum sjálvur er týdningarmikil partur av okkara vistskipanum, tí hann millum annað ger moldina føðsluríkari og minni fasta, soleiðis at regnvatnið og planturøturnar sleppa longur niður í moldina.
Gerðabókin fyri býráðsfundin 28. mars 2019