Skalt tú flyta til Tórshavnar kommunu ella til annan bústað í kommununi?
Nú kanst tú avgreiða flytingina á Vanganum. Á Vanganum kanst tú eisini flyta fyri annan borgara.
Les her, hvat krevst, og hvussu tú gert.
Nú kanst tú avgreiða flytingina á Vanganum. Á Vanganum kanst tú eisini flyta fyri annan borgara.
Les her, hvat krevst, og hvussu tú gert.
Á Vanganum kanst tú eisini flyta fyri annan borgara. Á hesari síðuni kanst tú lesa um, hvat krevst, og hvussu tú gert.
Alsamt fleiri tænastur hjá Tórshavnar kommunu gerast partur av Vanganum, sum er almenni tænastuportalurin í Føroyum. Fyri at nýta Vangan skalt tú brúka Samleikan, sum er ein trygg talgild innritingarskipan.
Tú kanst bíleggja tær Samleikan á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur fingið Samleikan, kanst tú fáa atgongd til Vangan, sum hevur sína egnu heimasíðu. Tá tú fert á Vangan at fylla út tína fráboðan um flyting, eru vegleiðingar at lesa í hvørjum stigi í avgreiðsluni.
Tú kanst boða frá flyting innanhýsis í Tórshavnar kommunu, og tú kanst boða frá flyting til Tórshavnar kommunu, um tú flytur úr aðrari føroyskari kommunu.
Flytur tú úr Tórshavnar kommunu til eitt land uttanfyri Norðurlond (Norðurlondini eru Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland og Ísland) kanst tú eisini boða frá flytingini á Vanganum.
Flytur tú til eitt av fyrrnevndu Norðurlondum, fær Tórshavnar kommuna boð um hetta frá myndugleikanum í viðkomandi landi.
Tað ber ikki til at fráboða flyting úr útlondum til Tórshavnar kommunu á Vanganum. Flytur tú úr útlondum, mást tú møta í Snarskivuni og boða frá flytingini. Tú kanst lesa nærri um treytirnar og um, hvussu tú gert, her:
Tú kanst boða frá flyting fyri teg sjálvan og tey húsfólk, ið flyta við.
Tú kanst eisini boða frá flyting fyri persón, sum ikki er partur av húskinum, og sum ikki hevur Samleikan. Hetta krevur tó, at viðkomandi persónur undirritar eina váttan, sum kann takast niður av Vanganum. Váttanarskjalið skal undirskrivast og viðfestast umsóknini á Vanganum. Tað ber ikki til at halda fram, uttan at váttanin er viðfest.
Tann, sum søkir vegna annan borgara, fær kvittan fyri umsóknina á Vanganum. Kvittanin liggur undir »Kvittanir«. Fær tann, sum søkt verður fyri, sær Vangan seinni, so sær viðkomandi eisini kvittanina á sínum Vanga.
Tú kanst lesa meira um at søkja vegna annan borgara her:
Tað ber ikki til flyta børn úr bústaðnum frá einum foreldri, uttan so at hetta foreldrið verður hoyrt.
Er talan um felags foreldramyndugleika, verður tú biðin um at upplýsa teldupostbústaðin hjá foreldrinum, sum ikki flytir við. Skipanin sendir síðan ein teldupost til hetta foreldrið við eini umbøn um at fara inn á Vangan og vátta flytingina innan 7 dagar. Tað verður gjørt við talgildari undirskrift. Bæði foreldur fáa eina kvittan á Vanganum. Verður flytingin ikki váttað innan 7 dagar, fellir áheitanin burtur. Í tílíkum føri kann umsøkjarin seta seg í samband við Snarskivuna um at senda eitt hoyringsskriv til foreldrið.
Hava tit ikki felags foreldramyndugleika, men bæði eru lívfrøðilig foreldur, vendir Tórshavnar kommuna sær til tann, ið fráboðar flytingina, og kunnar um at her krevst váttan frá foreldrinum, ið ikki flytur við.
Fráboðanir um flyting verða sjálvvirkandi skrásettar í journalskipanina hjá Tórshavnar kommunu. Fylgjandi gerandisdag verður flytingin skrásett í Fólkayvirlitinum í Snarskivuni, um alt er í lagi. Síðan skal skrásetingin góðkennast av Landsfólkayvirlitinum á Umhvørvisstovuni, sum vanliga góðkennir dagin eftir, um alt er í lagi.
Tá tú skrásetir nýggjan bústað hjá Tórshavnar kommunu fáa hesir stovnar boð:
Feløg sum Posta, peningastovnar, tryggingarfeløg, SEV og oljuveitarar fáa ikki boð, so teimum mást tú minnast til at boða frá sjálv.
Mánadag - hósdag | 9 | - | 16 |
Fríggjadag | 9 | - | 15 |