"Eg havi altíð elskað kontakt við onnur menniskju, og eg veit, at eg geri ein mun hvønn dag"
- Rudi Samuelsen, sjúkrarøktarfrøðingur á Boðanesheiminum
Bíleggur tú eitt JobPrát, so finna vit tann leiðaran í kommununi, sum veit mest um tað, tú ert áhugað/ur í, og sum kann svara tínum spurningum
JobPrátið er ikki ein setanarsamrøða. Tað merkir millum annað, at tú sjálv/ur ert við til at gera av, hvat vit práta um. Vit vilja fegin vita, hvør tú ert og hvørjar royndir og førleikar tú hevur, men tú ert við til at gera av, hvat vit tosa um. Kanska vit hava eitt starv til tín nú - kanska hava vit eitt um skamma stund?
Kommunan er eitt sera stórt arbeiðspláss, har sera nógvir ymiskir fakbólkar starvast og trívast. Og vit hava nógvar verkætlanir fyri framman, ið krevja serligar og stundum samansettar førleikar. Eisini raksturin krevur viðhvørt, at vit víðka starvsfólkahópin.
Fært tú starv hjá Tórshavnar kommunu, ert tú hvønn dag við til at mynda og menna Tórshavnar kommunu. Her kanst tú nýta tíni evni til fulnar, og tínir førleikar verða virðismettir og mentir.
Tórshavnar kommuna er eitt av størstu arbeiðsplássunum í Føroyum við umleið 2.000 starvsfólkum í 95 ymiskum eindum, stovnum og deildum.
Fakbólkarnir í Tórshavnar kommunu eru mangir. Nøkur fá dømi eru:
Byggifrøðingar | Verkfrøðingar | Arkitektar | Sosiologar | Cand. mag. í ymiskum greinum | Sálarfrøðingar | Maskinmeistarar | Grafiskir designarar | Journalistar | Verkætlanarleiðarar | Cand. komm | Samskiftisráðgevar | Ph.d. í evnafrøði | Sjálvlærd | Sjúkrarøktarfrøðingar | Master í KT | Cand. merc. | Cand. polit. | Cand. jur.| Tekniskir teknarar | Kokkar og mong onnur.
Tú kanst lesa meira um deildirnar og fyrisitingarliga bygnaðin her: