Kl. 9-23 Fýramannafar sýnt fram
Nýtt fýramannafar, sum næmingar hjá Tórshavnar kvøldskúla hava smíðað, verður sýnt fram.
Stað: Sunnan fyri Müllers pakkhús.
Kl. 10-11 Mariukirkjan
Gudstænasta í Mariukirkjuni.
Stað: Mariugøta 4
Kl. 10-17 Tjóðsavnið á Ólavsøku
Serframsýningin »Í skugganum« – søgan um fyrstu kvinnuligu fotografarnar úr Danmark, Føroyum og Íslandi. Fasta framsýningin og Hoyvíksgarður eru eisini opin.
Stað: Brekkutún 6, Hoyvík
Kl. 10-20 Steinprent hevur opið
Framsýning við nýggjum verkum eftir 8 listafólkum – steinprent og trærelieff: Hanni Bjartalíð, Tóroddur Poulsen, Fríða Matras Brekku, Rannva Kunoy, Anna Seppala, Nina Kleivan, Julie Sass og Louise Aakerman.
Stað: Skálatrøð 16
Kl. 11-20 Listasavn Føroya
Vælkomin á Listasavn Føroya á ólavsøku! Uppliv savnið, serframsýningina »Fortíð, nútíð og framtíð« og Ólavsøkuframsýningina. Keyp tær okkurt gott í Kafé List.
Stað: Gundadalsvegur 9
Kl. 11-20 Ólavsøkuframsýningin 2023
Ólavsøkuframsýningin 2023 »Gerandisopinberingar (Everyday Apocalypse)« hjá Listafelag Føroya í Listaskálanum er opin. Framsýningin er opin til og við 13. august 2023.
Stað: Gundadalsvegur 9
Kl. 11-12 Ólavsøkugudstænasta
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju. Ovi Brim prestur prædikar.
Stað: Havnar Kirkja
Kl. 12-13 Skrúðgonga og kórsangur
Skrúðgonga úr Havnar kirkju við løgtingslimum, prestum og øðrum embætisfólki niðan á Tinghúsvøllin, har ólavsøkukórið syngur undir leiðslu Tóru Vestergaards.
Stað: Tinghúsvøllurin, Vaglið
Kl. 12-17 Summarframsýningin 2023 - SÁPMI søgur
Ársins summarframsýning í Norðurlandahúsinum: Outi Pieski, Biret og Gáddjá Haarla Pieski (FI).
Stað: Norðari Ringvegur 14
Kl. 13 Løgtingið verður sett
Føroya løgting verður sett.
Stað: Tinghúsvegur 1-3
Kl. 14-17.30 Listaframsýning í Williamsstovu
Astrid Mouritsen hevur listaframsýning í Williamsstovu.
Stað: Niels Finsens gøta 16
Kl. 14-19 Listaframsýning í Perluni
Jógvan Kristiansson Glerfoss, listamaður, hevur listaframsýning í Perluni.
Stað: Tórsgøta 3
Kl. 14-19 Listaframsýning við Sigrun Gunnarsdóttir og Astrid Luihn
Framsýning við nýggjum málningum eftir Sigrun Gunnarsdóttir og Astrid Luihn.
Stað: Smiðjan í Lítluvík
Kl. 14-20 Lions Tórshavn Listaframsýning
Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi, har peningurin frá framsýningini fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felagsskap.
Stað: Sigmundargøta 21
Kl. 14-20 Hugbirtingar
Ólavsøkuframsýningin »Hugbirtingar« hjá Kára Svensson er opin í Gallarí Havnará.
Stað: Niels Finsens gøta 38
Kl. 14-21 Havnarmyndir – fyrr og nú
Ólavsøkuframsýning við umleið 100 havnarmyndum á Reinsarínum. Magnus Gunnarsson og Tórshavnar kommuna skipa fyri.
Stað: Reinsaríið, Tórsgøta 3
Kl. 15-17 Licentia Poetica – poetiskur gongutúrur
Rithøvundafelag Føroya skipar fyri poetiskum gongutúri við yrkingaupplestri ymsastaðni í býnum. Túrurin byrjar eftir ætlan á Skinnaraskeri og endar í Hans Andriasar húsi, Undir Pisuvarða 2. Meira kunning á www.rit.fo.
Stað: Ymsastaðni í býnum
Kl. 15-19 Framsýning í Tilhaldinum
Myndafelagið Fokus hevur framsýning í Tilhaldinum. Kaffisøla og ókeypis atgongd. Øll eru vælkomin.
Stað: Tilhaldið í Tórsgøtu 21
Kl. 15 -18 Framsýning um Havnará
Framsýning við gomlum myndum av Havnará í Snarskivuni.
Stað: Snarskivan, Vaglið 11
Kl. 15-19 Loyst úr leikum og lagdi
Søluframsýning við heimavirkisvørum í Müllers Pakkhúsi.
Stað: Sigmundargøta 21
Kl. 16-18 Býráðssalurin er opin
Høvi verður at síggja býráðssalin og málningalist.
Stað: Vaglið 13
Kl. 16-18 Móttøkuhúsið er opið
Tórshavnar móttøkuhús og myndasavn í Tróndargøtu er opið, og høvi er at síggja spennandi listasavnið hjá Tórshavnar kommunu.
Stað: Tróndargøta 42
Kl. 16-18 Ráðhúsið er opið
Høvi verður at síggja ráðhúsið og málningalist.
Stað: Vaglið 1
Kl. 16-20 Westward Ho opið skip
Sluppin Westward Ho hevur opið skip fyri almenninginum.
Stað: Høgukai
Kl. 17-18 Útifundur á Vaglinum
Frelsunarherurin hevur útifund á Vaglinum við Gamla Bókahandil.
Stað: Vaglið
Kl. 19 Fólkafundur á Doktaragrund
Aftur í ár skipar Unga Tjóðveldið fyri fólkafundi á Doktaragrund. Á skránni verða røður, tónleikur og skjaldur.
Stað: Doktaragrund úti á Reyni
Kl. 20-21.30 Ólavsøkumøti
Vælkomin á ólavsøkumøti í Meinigheitshúsinum í Havn. Sverri Steinhólm sóknarprestur boðar Guds orð, og Bárður á Lakjuni framførir.
Stað: Húsagøta 1
Kl. 21 Útimøti
Útimøti á trappuni hjá Ebenezer.
Stað: Niels Finsens gøta 6
Kl. 22 Opið hús í Ebenezer
Ebenezer hevur opið hús.
Stað: Niels Finsens gøta 6
Kl. 23-24 Útifundur á Vaglinum
Frelsunarherurin hevur útifund á Vaglinum við Gamla Bókahandil.
Stað: Vaglið
Kl. 24-01 Midnáttarsangur
Midnáttarsangur og føroyskur dansur á Vaglinum, sum Petur Olivar í Hoyvík skipar.
Stað: Vaglið